Metnógv ross á nýggjari ríðibreyt

Metnógv ross á nýggjari ríðibreyt
Nýggja ríðibreytin er bæði sløtt og bein
Fyrsta kappríðingin á nýggju breytini í Havnardali verður á ólavsøku.
Mynd: Føroya ríðingarfelag á Facebook-vanga  
 
25.07.2025 - 11:28

Metnógv ross vera við, tá ólavsøkukappríðingin verður á nýggju ríðibreytini í Havnardali í ár.

- Umstøðurnar hjá reiðfólki eru broyttar grundleggjandi, síðani farið var undir at gera nýggja innkomuvegin í Marknagili, sigur Brandur í Dali, formaður í Føroya ríðingarfelag.

Og broytingarnar merkjast.

Nýggja ríðibreytin er 400 metrar, og hon er bæði sløtt og bein.

47 ross eru teknað til ólavsøkukappríðingina í ár, og tað er tað mesta hesumegin aldarskiftið.

Hoyr samrøðu við Brand í Dali í útvarpstíðindunum:

 

25072025_Brandur_i_Dali

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056