Privat sleppa ikki at selja streym

Privat sleppa ikki at selja streym
Einki uppskot um sølulið í elveitingarlógini kemur í tingsetuni, sum júst er byrjað
Meiriluti var ikki í samgonguni fyri at gera eitt sølulið í elveitingarlógini, og nú er greitt, at einki uppskot kemur um sølulið í elveitingarlógini. (Savnsmynd)
 
30.07.2025 - 08:24

Elveitingarlógin er ikki í løglistanum, sum løgtingið fekk úr landsstýrinum í gjár.

Ávíst rok var í samgonguni í fjør, tí søluliðið var tikið úr lógaruppskotinum hjá landsstýrinum, sum var samtykt í mai í fjør.

Meiriluti var ikki í samgonguni fyri at gera eitt sølulið í elveitingarlógini.

Í vetur segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í orkumálum, at uppskotið um sølulið kom í januar í ár.

Men tað kom ikki.

Og tað kemur heldur ikki í hesari tingsetuni sambært løglistanum.

Søluliðið skal gera, at privat kunnu selja vinnulívi og húsarhaldum streym.  

Andstøðan royndi at fáa søluliðið við, tá hon legði fram upprunaliga lógaruppskotið hjá samgonguni, men tað uppskotið fall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723