Í 1801 búðu 5.263 fólk í Føroyum

Í 1801 búðu 5.263 fólk í Føroyum
Fólkatalið vaks skjótt í 1800-talinum, og í 1901 var tað trífaldað til 15.230. 100 ár seinni, í 2001, var tað aftur trífaldað og komið upp á 46.127
 
31.07.2025 - 19:00

Skrivað og lisið: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1716520

 

Tann fyrsta fólkateljingin var í Føroyum í 1801. Tá búðu 5.263 fólk í landinum.  

Fólkatalið vaks skjótt í 1800-talinum, og 100 ár seinni, í 1901, var tað trífaldað til 15.230. Uppaftur 100 ár seinni, í 2001, var tað aftur trífaldað og komið upp á 46.127. 

Í dag verður spurt, hvussu nógv fólk vit vóru upprunaliga, tvs. í teimum elstu tíðunum, sum nakað kann sigast um? 

 

Átta búðu í hvørjum húsarhaldi

Íslendingar hava eina skrivliga keldu úr tíðini 1122-33, sum veit at siga, at umleið 1100 hevði Gissur, sum var biskupur í Skálholti, talt upp, hvussu nógvir tingbøndur vóru í Íslandi.  

Út frá tølum hansara hava søgufrøðingar mett, at um ár 1100 vóru umleið 5000 húshald í Íslandi, og um 8 fólk búðu í miðal í hvørjum húshaldi, gevur tað umleið 40.000 fólk. 

Líknandi tøl fáast í Føroyum úr tí elstu jarðarbókini, sum er varðveitt, nevniliga jarðarbókini frá 1584. 

 

427 skattskyldig húsarhald í 1584

Jarðarbókin eitt yvirlit yvir leigugarðar, sum kongur átti, men í henni er eisini ein uppgerð yvir, hvussu nógv allir garðar í Føroyum, bæði kongsgarðar og garðar, sum vóru í privatari ogn, guldu í skatti.  

Út frá hesum kann verða upptalt, at 427 skattskyldig húshald vóru í Føroyum í 1584, og um vit eins og íslendingar falda hetta við 8 fólk í hvørjum húshaldi, gevur tað umleið 3.400 fólk í 1584. 

Skattaskipanin, sum sæst í jarðarbókini, gevur okkum tó eisini møguleika fyri at meta um, hvussu nógvir garðar vóru í Føroyum, tá ið skattaskipanin varð sett í verk, og nær tað var, vita vit eisini.

Tað hendi fyrst í 1300-talinum í sambandi við, at tann miðsavnaða norska ríkisskipani, sum bygdi á Landslógina frá 1274, varð sett í verk. 

 

2.400 fólk í Føroyum í ár 1300

Skattaskipanin, sum sæst í jarðarbókini, sýnir, at garðarnir guldu eina fasta upphædd í skatti, men eisini, at summir garðar guldu minni og summir meira enn ta føstu upphæddina.

Tað er týðiligt, at umlíkningar vóru farnar fram síðan byrjanina. 

Tá ið hædd tikin fyri umlíkningum, sýna skattatølini í 1584, at tá ið skipanin byrjaði fyrst í 1300-talinum, vóru 305 skattskyldigir garðar ella húshald í Føroyum.

 

Livilíkindini batnaðu við sjóvinnuni

Verður tað faldað við 8, gevur tað umleið 2.400 fólk í Føroyum í 1300. 

Hesi tølini siga okkum nakað um, hvussu støðugt tað gamla bóndasamfelagið var.

Fólkatalið tvífaldaðist tey 500 árini frá 1300 til 1800, og nýggjufaldaðist tey næstu 200 árini, meðan sjóvinna tók yvir í búskapinum og livilíkindini hjá føroyingum fóru at batna. 

 

Brot úr Føroya søgu var samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" skuldi vera fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag í vetrarskránni 2024-2025. Í táttinum var sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara. Allir tættirnir í røðini "Brot úr Føroya søgu" kunnu hoyrast á KVF Ljóð

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604