Løgmaður fáorðaður um at stytta arbeiðsvikuna

Løgmaður fáorðaður um at stytta arbeiðsvikuna
Í løglistanum stendur einki um, at nakað lógaruppskot um at stytta arbeiðsvikuna er á veg
Løgmaður sigur, at arbeitt verður framvegis við at stytta arbeiðsvikuna, men sambært løglistanum er einki uppskot á veg.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.07.2025 - 09:41

Politiska ætlanin at stytta arbeiðsvikuna fær ikki nógv orð við á vegnum í ólavsøkurøðu løgmans.

Í røðuni segði Aksel V. Johannesen einans, at arbeitt verður framvegis við at stytta arbeiðsvikuna. 

Og í ískoytispartinum til ólavsøkurøðuna stendur bara, at arbeitt verður við at stytta arbeiðsvikuna, og at hildið verður fram við arbeiðnum. Víst verður á, at arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, serliga tí at tað hevur verið so nógv órógv á arbeiðsmarknaðinum.

Í samgonguskjalinum stendur, at "Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg."

Í løglistanum stendur einki um, at nakað lógaruppskot um at stytta arbeiðsvikuna er á veg.

Eftir lønarsamráðingar í fjørsummar boðaðu arbeiðsgevararnir frá, at tey ikki vildu  vera við í arbeiðnum at stytta arbeiðsvikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375