Thor Modi í føroysku skipaskrásetingina

Thor Modi í føroysku skipaskrásetingina
Umleið 80 skip eru nú skrásett í FAS, og sløk helvtin er føroysk skip
Thor Modi er nú skrásett í FAS.
Mynd: Maritime Optima  
 
31.07.2025 - 08:34

Frálandaskipið Thor Modi hjá Thor, sum hevur verið undir Bahamaflaggi, er nú skrásett í Føroyum, í FAS, upplýsir Sjóvinnustýrið.

Og Tidan, sum er spildurnýtt farmaskip hjá svensku shippingfyritøkuni, Erik Thun, er eisini komið í FAS.

Altjóða føroysku skipaskrásetingin kom í 1992.

 

80 skip

Okkurt um 80 skip eru nú skrásett í henni. Sløk helvtin er føroysk skip. Føroyski parturin er vaksin nógv. Hann var 30 prosent í 2017.

FAS kom fyri at føroysk skip ikki skuldu noyðast at skráseta seg uttanlands. 

Men øll skip í FAS eru føroysk á tann hátt, at føroyskt partafelag eigur skipið.

 

Krøv verða herd

Landsstýrið ætlar at herða nøkur krøv í lógini um FAS.

Í løglistanum stendur, at lógin verður broytt soleiðis, at krøvini til eigarar vera í samsvari við altjóða skipaskrásetingar í grannalondunum.

Haraftrat verða fleiri skyldur lagdar á umboðsfólkini, tá skip verða skrásett í FAS. 

Uppskotið kemur í tingið í heyst.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522