Einki vakstrarhúsgass í 2050

Einki vakstrarhúsgass í 2050
Landsstýrið ætlar í heyst at leggja fram uppskot um veðurlagslóg
Lógin skal áseta bindandi veðurlagsmál fyri Føroyar í samsvari við París-avtaluna. (Savnsmynd)
 
01.08.2025 - 08:23

Í 2050 skulu Føroyar eingi vakstrarhúsgass lata út.

Tað er endamálið við lóg um veðurlag, sum landsstýrið ætlar at koma við í heyst.

Lógin skal áseta bindandi veðurlagsmál fyri Føroyar í samsvari við París-avtaluna. 

Tíðarfestar virkisætlanir skulu gerast fimta hvørt ár.

Tær skulu seta greið mál um, hvussu útlátið skal minka næstu 10 árini. Og eisini, hvussu tað skal gerast.

Eisini er ætlanin at stovna eitt fakligt veðurlagsráð og eitt ungdómsveðurlagsráð, sum skal ummæla átøk, áðrenn tey vera sett í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576