Stjórin á Lønardeildini: Tænastubannið kemur óvart á

Stjórin á Lønardeildini: Tænastubannið kemur óvart á
Jan Mortensen sigur, at tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki, tá skip hava avloyst Smyril, meðan hann er í dokk
Galaxy fer at avloysa Smyril, meðan hann er í dokk.
 
01.08.2025 - 09:21

- Eg haldi, at ein lítil trupulleiki verður gjørdur til ein stóran trupulleika.

Tað sigur Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, eftir at Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið í síðstu viku lýstu tænastubann fyri limir sínar, sum skulu sigla við Galaxy, tá skipið avloysir á Suðuroyarleiðini. 

Jan Mortensen sigur, at skip hava fleiri ferðir avloyst Smyril, tá hann hevur verið i dokk, og tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki. Lønardeildin hevur heldur ongantíð verið partur av slíkum málum, sigur hann.

Jan Mortensen sigur eisini, at løgfrøðilig fordømi eru um, at feløgini hava ikki loyvi at taka slík stig.

 

 

Jan Mortensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Manningarfeløgini hava lýst tænastubann, tí tey, sambært fráboðanini, kunnu góðtaka, at aðrar lønartreytir skulu galda fyri teirra limir umborð á avloysaraskipinum enn tær, sum eru galdandi fyri Smyril í sáttmálanum fyri SSL.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01082025_Jan_og_Galaxy

 

Galaxy fer at avloysa Smyril, tá hann fer í dokk í september. Dokkingin fer at taka átta til tiggju vikur.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672