Trump vil hitta Putin og Zelenskyj

Trump vil hitta Putin og Zelenskyj
Fundurin verður kanska longu í næstu viku, sigur amerikanski forsetin
Donald Trump, forseti, ætlar at hitta russiska og ukrainska forsetan í næstu viku.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.08.2025 - 08:49

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at fáa ein fund í lag við russiska forsetan, Vladimir Putin, og ukrainska starvsbróðir hansara, Volodyymyr Zelenskyij. Og gongur tað, sum Donald Trump ætlar, so verður fundurin longu í næstu viku.

Tað skrivar NRK á heimasíðu síni.

Tað var Karoline Leavitt, talskvinna hjá forsetanum, sum boðaði frá russiska ynskinum um ein fund við amerikanska forsetan, og í sama viðfangi segði hon, at Donald Trump fegin vil hitta báðar stríðandi forsetarnar.

Á einum tíðindafundi váttaði Donald Trump, at tað ikki er óhugsandi, at fundur fæst í lag millum partarnar.

- Vit hava havt góðar samrøður við Putin, og tær ganga rættan veg, segði hann.

 

 

Í gjár hitti serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, Vladimir Putin, forseta í Kreml. (Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Russland komið við krøvum

Marco Rubio, amerikanskur uttanríkisráðharri, sigur, at fyri fyrstu ferð í langa tíð er Russland komið við dømum um, hvat landið krevur fyri at enda kríggið. Hann leggur aftrat, at týdningarmestu viðurskiftini snúgva seg um landaøki.

Tað skrivar Reuters.

Hinumegin borðið sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyi, at tað sær út til, at trýstið á Russland virkar, tí landið eftir øllum at døma nú er meira opið fyri einari vápnahvíld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815