Eitt pláss niður á hvíta listanum

Eitt pláss niður á hvíta listanum
Føroyar eru nú á 30. plássi á hvíta listanum hjá Paris MoU fyri flaggstatir
Sjóvinnustýrið.
 
11.08.2025 - 11:08

Føroyar eru farnar eitt pláss niður á hvíta listanum hjá Paris MoU fyri flaggstatir.

Føroyar eru farnar úr 29. plássi í 2023 til 30. pláss í 2024, skrivar Sjóvinnustýrið. 

40 lond eru á listanum.

Nýggjasti listin sæst her.

Staðsetingin á listanum kemur av, hvussu ofta skip undir føroyskum flaggi eru hildin aftur eftir eftirlit.

Føroysk skip eru afturhildin seks ferðir í 225 eftirlitum seinastu trý árini.

 

Avgerandi fyri álitið

Paris MoU kannar skip, sum koma í havnir í Evropa og í londum við Norðuratlantshav, fyri at vita, um trygdin umborð er í lagi.

At vera á hvíta listanum er avgerandi fyri álitið á Føroysku altjoða skipaskrásetimngini, FAS, og virðingini fyri henni, sigur Sjóvinnustýrið. 

Lutfalsliga fá skip eru í FAS.

Tí hevur tað stóra ávirkan á staðsetingina á hvíta listanum, hvørja ferð, skip verður hildið aftur.

Einki FAS-skip er afturhildið í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115