Ákærdir fyri svik og misnýtslu

Ákærdir fyri svik og misnýtslu
Landsrætturin viðger eitt kærumál móti Lars Emil Johansen, fyrrverandi landsstýrismanni í Grønlandi, og Lars Møller Sørensen, fyrrverandi kommunustjóra í Nuuk
Ongar uppgávur vóru til Lars Emil Johansen, sum tó hevði fingið 730.000 krónur útgoldnar í løn frá kommununi, tá málið kom undan kavi í 2021.
Mynd: Sermitsiaq  
 
12.08.2025 - 09:49

Í Grønlandi er landsrætturin farin undir at viðgera málið, har fyrrverandi landsstýrisformaðurin, Lars-Emil Johansen, og fyrrverandi kommunustjórin í Nuuk, Lars Møller Sørensen, eru ákærdir fyri svik og embætismisnýtslu. 

Tá málið var fyri í býarrættinum í januar, blivu báðir funnir sekir í ákærunum, og dómurin var seks treytaleys fongsulsrevsing í seks mánaðir. 

Báðir kærdu dómin til landsrættin.

Málið snýr seg í stuttum um, at Lars Emil Johansen í 2019 varð settur í starv sum serligur ráðgevi í Sermersooq kommunu, sum Nuuk er partur av. 

 

Landsrætturin í Grønlandi. (Mynd: Wikipedia)

 

Ongar uppgávur

Sambært ákæruvaldinum var trupulleikin bara, at talan var ikki um nakað veruligt arbeiði. Ongar uppgávur vóru til Lars Emil Johansen, sum tó hevði fingið 730.000 krónur útgoldnar í løn frá kommununi, tá málið kom undan kavi í 2021.

Sambært dóminum visti í veruleikanum eingin, at fyrrverandi landsstýrisformaðurin var settur sum serligur ráðgevi í kommununi, og ei heldur, hvat hann skuldi gera fyri kommununa.

Lars-Emil Johansen varð dømdur fyri svik, og kommunustjórin dømdur fyri at hava misnýtt sítt embæti.

 

Ákærin góðtekur treytaða fongsulsrevsing

Grønlendski miðilin Sermitsiaq fylgir málinum í landsrættinum. Miðilin skrivar, at ákærin krevur eitt árs fongsulsrevsing til báðar. Men ákærin vil harafturímóti góðtaka, at dómarnir gerast treytaðir.

Lars-Emil Johansen og Lars Møller Sørensen nokta seg framvegis sekar.

11 vitni skulu avhoyrast í landsrættinum, teirra millum fyrrverandi borgarstjórar í Nuuk, fyrrverandi landsstýrismaðurin, Vittus Qujaukitsoq og aðalstjórin í fíggjarmálaráðnum, Nikolai Christensen. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650