Evropa hevur latið Ukraina 262 milliardir í hernaðarstuðli

Evropa hevur latið Ukraina 262 milliardir í hernaðarstuðli
Amerikanski stuðulin hevur staðið í stað seinastu mánaðirnar, og tí er Evropa farið fram um USA
Evropeisk lond lata nú Ukraina meira í hernaðarstuðli enn USA. Henda myndin er av einum russiskum álopi á Kyiv í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.08.2025 - 14:13

Evropa hevur verið størri stuðul hjá Ukraina enn USA í skjótt hálvt fjórða ára drúgva krígnum millum Russland og Ukraina.

Tað er niðurstøðan í eini greining, sum týski granskingarstovnurin í Kiel, IFW, almannakunngjørdi í gjár.

Sambært greiningin hevur Evropa nú latið í minsta lagi 35,1 milliard evrur í hernaðarstuðli til Ukraina, frá krígsbyrjan í februar 2022 til juni mánað í ár.

35,1 milliard evrur eru umleið 262 milliardir danskar krónur.

Stuðulin úr Evropa er tilsamans 4,4 milliardir evrur - smáar 33 milliardir krónur - meira enn USA hevur latið.

Tað er serliga síðstu mánaðirnar, at stuðulin úr Evropa er øktur nógv, meðan stuðulin úr USA til Ukraina hevur staðið í stað.

Og tí fer Evropa fram um USA.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595