Landsrætturin fríkendi Lars Emil Johansen

Landsrætturin fríkendi Lars Emil Johansen
Niðurstøðan hjá meirilutanum í landsrættinum er, at fyrrverandi landsstýrismaðurin hevði gjørt eitt arbeiði, sum hann hevði rætt at fáa løn fyri
Lars Emil Johansen og Lars Møller-Sørensen vóru báðir frikendir í landsrættinum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
14.08.2025 - 08:36

Landsrætturin í Grønlandi fríkendi í gjár Lars-Emil Johansen og Lars Møller-Sørensen, sum báðir vóru ákærdir fyri svik.

Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

Talan var um eitt kærumál eftir, at teir í januar í ár í rættinum í Sermersooq vórðu dømdir seks mánaða fongsul í einum máli um svik.

 Lars Møller-Sørensen, sum tá var kommunustjóri í Kommuneqarfik Sermersooq, setti Lars-Emil Johansen í starv sum ráðgeva.

Sambært ákærunum var talan ikki um eitt veruligt starv, sum tí bara hevði til endamáls at geva Lars-Emil Johansen umleið 730.000 krónur í løn.

 

Hevði rætt til løn

Økisrætturin kom til ta niðurstøðu, at talan var um eina svikagerð, men tað broytti landsrætturin. Har var meirilutaniðurstøðan, at sjálvt um talan var um eina ógreiða avtalu, so hevur Lars-Emil Johansen gjørt eitt arbeiði, og tað gevur honum rætt til løn í samsvari við sáttmálan.

Og tí er ikki talan um svik, sigur landsrætturin.

Sambært Sermitsiaq var ein av grundgevingunum hjá landsrættinum, at teir báðir ákærdu, ikki kendu hvønn annan, og at Lars Møller-Sørensen tí hevði rætt til at gera avtaluna.

Haraftrat kom eisini nýtt tilfar fram í rættinum, sum vísti, at arbeiði var framt, og tað gjørdi eftir øllum at døma mun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891