Eingin niðurstøða gjørd enn

Eingin niðurstøða gjørd enn
Nú er greitt, at útlendska manningin við Galaxy eisini verður lønt eftir føroyskum sáttmála
Enn er eingin fyribils niðurstøða gjørd í Fasta gerðarrætti í trætuni millum manningarfeløgini og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.
 
15.08.2025 - 08:38

Enn er rættarforkvinnan í Fasta gerðarrætti ikki komin til eina fyribils niðurstøðu í trætumálinum millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum øðrumegin og Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið hinumegin.

Trætumálið snýr seg um, hvørt manningarfeløgini hava heimild at lýsa tænastubann fyri limir, sum skulu sigla við ferjuni Galaxy. 

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur kært Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið fyri óheimilað stríðsstig.

 

 

Galaxy skal avloysa Smyril 23. august.

 

Úrskurðarfundurin um trætumálið millum partarnar var í Fasta gerðarrætti í gjár.

Partarnir gjørdu tvær royndir at fáa eina semju í lag, men hetta bar ikki á mál.

 

 

Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Rættarforkvinnan fer tí í dag ella í seinasta lagi í morgin klokkan níggju at koma við eini fyribils niðurstøðu í málinum.

Fundurin í Fasta gerðarættinum var lokin um áttatíðina í gjárkvøldið.

Soleiðis segði Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, aftaná fundin:

 

15082025_Jan_Mortensen

 

 

Arnfinn Bech er formaður í Maskinmeistarafelagnum.

 

Hóast Jan Mortensen sigur, at viðurskiftini eru tey somu sum umborð á Smyrli, vísa manningarfeløgini hesum aftur. 

Arnfinn Bech er formaður í Maskinmeistarafelagnum:

 

15082025_Arnfinn_1

 

Formaðurin í Maskinmeistarafelangum sigur at talan er um viðbøtur til alla manningina, sum tilsamans kostar 60.000 krónur.

Eitt av krøvunum hjá Skipara- og navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum var, at útlendska manningin á Galaxy ikki skal sigla undir verri sáttmálatreytum enn teimum, sum galda fyri Smyril, og tað er nú fingið í lag, sigur Arnfinn Bech:

 

15082025_Arnfinn_2

 

Rættarforkvinnan, Rannvá Ragnarsdóttir, vildi ikki gera samrøðu við útvarpið eftir úrskurðarfundin í gjár.

Sambært feløgunum er ætlanin hjá Strandferðsluni, at tveir skiparar, tveir stýrimenn, tveir maskinmeistarar og átta dekkarar skulu vera føroyski parturin av manningini á Galaxy. Restin av manningini er útlendingar.

Galaxy røkir suðuroyarleiðina fyri Smyril, sum fer i dokk 23. august í átta vikur.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852