Lønardeildin: Manningarfeløgini vildu hava dupulta løn við Galaxy

Lønardeildin: Manningarfeløgini vildu hava dupulta løn við Galaxy
Tað hevði kostað millum 700.000 og 800.000 kr., men feløgini siga nú, at slakað er í upprunaligu krøvunum, sum nú eru 60.000 kr.
Galaxy avloysir Smyril, sum fer í dokk 23. august. Fasti gerðarrættur viðger trætuna um lønarviðurskiftini á Galaxy.
 
15.08.2025 - 12:39

Maskinmeistarafelagið saman við Skipara- og navigatørfelagnum og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum royndu aftur í gjár at fáa semju í lag um treytirnar hjá manningini, sum skal sigla við ferjuni Galaxy, sum avloysir Smyril um eina góða viku.

Enn er rættarforkvinnan í Fasta gerðarrætti ikki komin til eina fyribils niðurstøðu í trætumálinum millum partarnar, um manningarfeløgini hava heimild at lýsa tænastubann fyri manningina, sum skal sigla við Galaxy.

Síðan apríl-mai hava partarnir roynt at fingið semju í lag, tó uttan úrslit.

Ósemjan snýr seg um treytirnar hjá manningini, sum sigla við Galaxy. Hon skal hava vegleiðandi leiklut umborð. 

Og heldur ikki í gjár varð knúturin loystur, tá partarnir gjørdu enn eina samráðingarroynd.

Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum:

 

15082025_Manningarrfelog_og_Jan

 

Arnfinn Bech, formaður Maskinmeistarafelagnum, sigur nú, at feløgini hava slakað í upprunaligu krøvunum, sum vórðu mett at kosta millum 700.000 og 800.000 krónur. 

Sambært honum, kosta krøvini nú 60.000 krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609