Framvegis eingin semja um løn undir útbúgving

Framvegis eingin semja um løn undir útbúgving
Fakfeløgini og KAF hittast aftur mikudagin
18 næmingar hava sín fyrsta skúladag á Heilsuskúlanum í dag.
 
18.08.2025 - 13:22

Framvegis er eingin semja fingin í lag millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelagið og Pedagogfelagið hinumegin um skipanina við løn undir útbúgving.

Hetta, hóast skúladagurin hjá næmingunum á heilsurøktara-, heilsuhjálpara- og námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini er byrjaður.

Fyrr í dag høvdu 18 næmingar sín fyrsta skúladag á heilsuhjálparaútbúgvingini á Heilsuskúlanum í Hovi.

 

 

Per Martin Gregersen, formaður í KAF, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. Partarnir hava fund aftur mikudagin.

 

 

Vivie Davidsen, stjóri á Heilsuskúlanum. 

 

Marý Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, vónar, at semja fæst í lag mikudagin, tá partarnir hittast aftur.

Hoyr samrøðu við Mary Antonsdóttir og Vivie Davidsen, stjóra á Heilsuskúlanum, í útvarpstíðindunum:

 

18082025_Lon_undir_utbugving

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096