Vindmyllurnar í Húsahaga standa stillar - brek er á generatorum

Vindmyllurnar í Húsahaga standa stillar - brek er á generatorum
SEV hevur fingið annan veitara at umvæla myllurnar, sum væntandi mala aftur um nakrar vikur
Vindmyllurnar hjá SEVi Húsahaga standa stillar í løtuni. (Savnsmynd)
 
21.08.2025 - 13:32

Vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga, oman fyri Havnina, hava staðið stillar í eina tíð.

Orsøkin er brek á generatorum og viðlíkahald, sum skal gerast. 

Vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga og Neshaga í Eysturoynnu eru "on shore-vindmyllur, " sum eru gjørdar at hava á landi. Men veðurlagið í Føroyum líkist meira veðurlagnum yvir havinum, og til tað krevst eitt annað slag av vindmyllum, sum verða kallaðar "off shore-vindmyllur."

 

 

Hákun Djurhuus.

 

Kunnu brúkast í fleiri ár aftrat

Sambært stjóranum í SEV er tað ikki fyrr enn seinni, at veitarar eru fara at gera mun á hesum sløgum av vindmyllum. 

Hóast vindmyllurnar í Húsahaganum standa stillar í løtuni, kunnu tær brúkast í fleiri ár aftrat sigur Hákun Djurhuus.

Trupulleikar hava verið í samskftinum við fyrrverandi veitaran, men SEV hevur nú fingið ein annan veitara, sum fer at umvæla vindmyllurnar í Húsahaga  í næstum. 

Hákun Djurhuus væntar at tær fara at mala aftur um nakrar vikur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21082025_Vindmyllur_og_Hakun


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862