- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kári P 75 ár

Kári P er vorðin eitt hugtak í føroyskari tónleikamentan.
Hegnisligt lagasmíð og dygdargóðar tekstir hava vunnið honum støðu sum føroyskur fólka- og vísusangari í flokki fyri seg.
"Vælferðarvísur" og "Hinumegin ringvegin" eru varðar í føroyskari tónleikaútgávu.
Fyri útgávurnar “Vælferðarvísur” (1978) og “Hinumegin Ringvegin” (1991) fekk Kári P virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1995. Hetta var fyrstu ferð, at eitt listarfólk hevur fingið hendan heiður fyri tekstir á plátum.
Og í dag fyllir Kári Leivsson, sum hann eitur í dag, 75 ár.
HOYR EISINI: "Tíðarleysi Troubadururin" (2003), Suni Merkisstein legði til rættis
Sendingin Summarmorgun var í morgun ognað Kára P. Eitt samankók við nøkrum av samrøðunum sum vóru í sendingini vóru eisini at hoyra í útvarpstíðindunum á middegi. Hoyr innslagið her.
HOYR EISINI: "Summarmorgun - Kári P 75 ár"
Føroyski Bob Dylan
Kári P. verður av mongum roknaður sum tann føroyski Bob Dylan, tí hann gekk tónlistarliga á odda her heima, tá vinstrivongurin í sjeytiárunum av álvara byrjaði at gera um seg í tónleikarákinum.
Hetta verður umrøtt í bókini Føroyska rokksøgan.
Um Kára P. stendur millum annað soleiðis í Føroyusku rokksøguni:
--- brot úr Føroysku rokksøguni ---
Burtur úr blómubørnunum í sekstiárunum trein fram eitt ættarlið, ið vildi broytingar. Hesar vóru á mangan hátt troyttar á vinstravonginum.
Korini hjá einstaklinginum í einum alsamt torførum og torskildum samfelagi vera umrødd og kritiserað.
Sterkasti eksponenturin fyri hetta rák í Føroyum var júst Kári P.
Kári P er still going strong og herfyri spældi hann konsert á Summarfestivalinum (Mynd: Bárður Lydersen)
Hann hevur á sín serstaka hátt varpað ljós á korini hjá tí einstaka menniskjanum og tann leiklut, samfelagið og samtíðin hava bjóðað tí. Hetta hevur hann gjørt við málsligum snildi, speisemi, humor, dirvi og hugflogi.
Yrkingar hansara hava víst seg at vera so tíðarleysar og so dygdarburðar, at tær í 1995 ognaðu honum virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
Vaks upp í Havn
Kári P er føddur í Havn í 1950 og vaks upp har. Faðir og móður eru ættaði úr ávikavíst Sandoynni og Suðuroynni. Tey høvdu valt at búseta seg í Havn og fingu trý børn, tvær gentur og ein drong. Tey gingu øll í skúla í Sankta Frans Skúla.
Kári fekk, sum aðrir ungdómar, tá áhuga fyri tónleiki. Nógv varð lurtað eftir tíðarinnar tónleiki, t.d. The Shadows og The Beatles.
Tá Kári gekk í realskúla, fekk hann veruliga áhuga fyri gittarleiki. Hann fekk gittarfrálæru frá Eyðbirni av Kamarinum. Tá var "Dominique" hjá tí syngjandi nunnuni sera væl dámdur. Hesin sangur varð vandur á tunnara e-streinginum. Ein vinmaður hansara spældi undir við tveimum grebum, ið Eyðbjørn hevði lært hann.
Kjallarabólkar
Tannáringatíðin í sekstiárunum var merkt av nógvum sonevndum kjallarabólkum, og tað ráddi um hjá Kára at verða partur av hesum felagsskapi.
Losjan skipaði fyri, at ungdómar kundu venja tónleik og framføra ávís kvøld í vikuni. Ein bólkur var Day Trippers, har Kári Petersen fekk seg royndan sum gittarleikara.
Í 1967 var Kári Petersen gittarleikari og sangari í bólkinum Mystic Eyes. Hesin bólkur var millum teir fyrstu í Føroyum, sum tók progressiva tónleikin til sín. Bólkar sum eitt nú The Who, Them, Cream og eisini Jimi Hendrix góvu manningini í Mystic Eyes íblástur.
Føroyameistara í poppi
Kári P og Per Debess byrjaðu nakað um somu tíð at samstarva við at upptraðka við fólkatónleiki – eitt nýtt rák, ið tá var við at taka seg fram í Føroyum.
Á heysti í 1967 sungu teir á fyrsta sinni til konsert á Tvøroyri. Eitt av løgunum var ”Where have all the flowers gone” hjá Pete Seeger og Joe Hickerson
Seinni gjørdist Kári ein av manningini í tónleikabólkinum Cream Crackers.
Saman við vinnmanninum Per Debess stovnaði hann bólkin Jacta Est Alea í 1969. Sama ár varð bólkurin kosin føroyameistari í popptónleiki.
Mitt í eini rembingartíð
Vælferðarsamfelagið Føroyar blómaði í sekstiárunum, og tað yngra ættarliðið, ið stóð á gáttini at skula velja sær lívsleið, var mitt í eini rembingartíð.
Stóru broytingarnar uttan úr heimi, har ung vendu sær ímóti tí autoritera statinum og myndugleikaveldi yvirhøvur, rukku eisini til tað lítla samfelagið mitt úti í Atlantshavinum.
Ættarliðið vildi vinna fólki størri frælsi til at gera tað, tey høvdu hug til – frælsi at ráða sær sjálvum.
"Tað var eitt uppbrot – toybil - tá tey ungu fóru at hava øðrvísi, fyri ikki at tala um fremmandar meiningar. Tann samfelagsligi áhugin vaknaði millum ung fólk. Unga ættarliðið loyvdi sær at seta spurnartekn við alt. Eisini við tað sum var fast stoypt. Fáur tordi at hugsa øðrvísi. Hetta var neyðugt fyri at koma víðari, víðari til har vit eru í dag. Eg haldi, at tollyndi er eitt heilt annað nú – sjálvt um vit ikki hugsa so nógv um tað dagliga. Vit loyva nógv meira nú enn tá."
Kári P.
Í 1971 flutti Kári P til Keypmannahavnar í lestrarørindum.
Tónleikaliga samstarvið við Per Debess, ið eisini var fluttur niður, helt áfram í felagslívinum millum føroyingar í danska høvusstaðnum.
Kári P helt til á vinstravonginum, sum tey flestu tá, og var knýttur at mentanarliga arbeiðinum, ið føroyingar fingust við.
"Vit, sum upplivdu Kára P, tá ið hann í 1971 kom til Keypmannahavnar, upplivdu hann sum ein gávuríkan, sera lívligan og intelligentan ungling, við ljósum purlutum hári. Hann var nakað av einum anarkisti, orðaði seg ofta við fynd ella við paradoksum, og gjørdi seg straks galdandi sum skald, sangari, lagasmiður og gittarleikari."
Hanus Kamban, juli´09
Eitt eindømi mitt í eini meining
Kári P. var við sínum nýggju, sera talentfullu løgum og tekstum ein, ið dúvaði upp á tað hittinorðaða, tað poetiska, surrealismuna og paradoksið – okkara føroyski Bob Dylan.
Hann var eitt eindømi innan rútmiskan føroyskan tónleik. Føroyskir tekstir við fólkatónleikaligum eyðkennum runnu saman í hugfangandi løg, har orðini vóru rámandi og dámliga framførd.
Fyrsta plátan við Debess & Petersen í 1973, ”Bláa húsið og aðrir sangir”, kom sum eitt fríkst lot og var ein avleiðing av tíðarinnar ráki. Kári Petersen og Per Debess stóðu sjálvir fyri útgávuni undir navninum Mentunarforlagið Skák.
Fýra løg eru á plátuni, og tvey teirra skrivað av Kára P, ”Bláa húsið” og ”Heit er náttin”. Hini eru ”Tit sum í fjøru fóru” og ”Situr tú seggur í oyðini høll” eftir brøðurnar Hans Andreas og Janus Djurhuus.
Í april mánaði árið eftir kom EP plátan ”Mitt í eini meining”. Sangirnir eru fýra í tali, ”Rædda Maria”, ”Laila”, ”Gullkálvavalsurin” og ”Mitt í eini meining”. Kári P er upphavsmaður til allar yrkingarnar og somuleiðis trý av løgunum. Lagið til Rædda Maria gjørdi Per Debess.
Plátan peikar rámandi á ta menniskjansligu tilveruna, men innihaldið var eisini ov stórur gloypibiti hjá útvarpinum, sum sensureraði plátuna eina tíð.
Per Debess hevur greitt soleiðis frá:
"Meðni vit sótu og gjørdu pláturnar klárar at senda út til handlarnar, fingu vit tað hugskot, at geva útvarpinum eina plátu fyri at fáa eitt sindur av reklamu. Men mitt í sanginum (Gullkálvavalsurin, red.) varð ljóðið dempað. Tá hevði Niels Juel Arge, ið var staddur í Klaksvík, ringt til útvarpið, og biðið teir sløkkja fyri hasum."
Samrøða við Per Debess, 1989
Flutti til Íslands
Eftir at hava búleikast í Keypmannahavn árini 1971 til 1977 í lestraørindum og við fyrifallandi arbeiði, flutti Kári P til Íslands.
Har kom hann í samband við íslendskar tónleikarar. Hann spældi fleiri av sangum sínum sínum fyri teimum, ið hann m.a. hevði framført á teimum afturvendandu studentakabarettunum í Keypmannahavn.
Nakrar av hesum yrkingum høvdu áður verið at sæð í útisetablaðnum Oyggjaskeggi, men hann gjørdi tær um, soleiðis at tær blivu meira alment galdandi.
Beinagrindin til varðan "Vælferðarvísur" byrjaði at taka skap.
Av teimum 14 yrkingunum, ið Kári P. fekk fest á plátuna "Vælferðarvísur", sum kom út í 1979, er hann upphavsmaður til 10 teirra. Hanus Kamban hevur skrivað tríggjar teirra og Tórarinn Eldjarnn eina. Kári gjørdi til hesa plátu eisini fleiri av løgunum.
Hanus Kamban minnist, at tá Kári hevði tikið stig til plátuna, setti hann seg í samband við seg um at fáa nakrar yrkingar, tí honum vantaði tilfar. Hanus greiðir frá, at í tí eldru kabarettmentanini vóru sangirnir oftani vendir ímóti persónum, sum blivu nevndir við navni í tekstinum. Men við tí nýggja rákinum, sum tók seg upp í 1968-69, og sum Kári P umboðaði, kom ein nýggj siðvenja har hugsað varð um samfelag, system, prinsipp og strukturar. Tað var ofta hildið at vera ov trongt, bygdasligt og óviðkomandi at nevna einstøk fólk. Summir í tí eldra ættarliðiðnum góvu ilt av sær um tað nýggja ið kom fram, slipsaleysir unglingar við síðum hári.
Avføroyingarnir í Keypmannahavn
Kári P var búsitandi í Íslandi 1977 og 1978, tá hann aftur flutti til Keypmannahavnar at búgva.
Í seinnu helvt av sjeytiárunum kom fram ein útisetabólkur í Keypmannahavn, har flestu teirra, ið høvdu tilknýti til bólkin, vóru í lestrarørindum. Avføroyingar.
Bólkurin framførdi til ymisk høvi í Danmark, og tá høvi beyðst, eisini í Føroyum. Tey árini Avføroyingarnir spældu var ein ávís útskifting av manningini, alt eftir hvørjir tónleikarar vóru tøkir. Hóast nógv mest varð spælt í Danmark, so eydnaðist bólkinum eisini at spæla í Noregi. Millum teirra ið mannaðu bólkin vóru Niels Olsen, Magnus Pauli Poulsen, Jan Danielsson, Heri Kragesteen, Kári Petersen, Arthur Djurhuus, Bjarni Sørensen, Martin Joensen, Snorri Poulsen og Bjarni Restorff.
Tvey løg við bólkinum finnast á eini live LP plátu, ið Forbundet Nordens Socialdemokratiske Ungdom (FNSU) gav út í 1981. Tey eru ”Eg siti væl” orð og lag Kári P og eitt traditionelt, instrumental lag ”Hønsenes march over møddingen”. Plátan varð upptikin á Nordisk Kulturfestival í Vejle, Ådalen í Danmark og á plátuhúsanum stendur, at tónleikurin er umboðandi fyri tað, ið rørir seg innan norðurlendskar sosialdemokratiskar rørslur.
Hinumegin Ringvegin
Seinna LP-plátan hjá Kára P, “Hinumegin Ringvegin”, kom út í 1991.
Hon er meira persónlig enn “Vælferðarvísur”. Hon hevur ein meira menniskjansligan boðskap og á plátuni eru yrkingar, ið als ikki eru so einfaldar, men heldur torskildar t.d. “Ringulríma” og “Skygni”. Fullar av paradoksum og samansettum og ofta torskildum myndum og tonkum.
Serliga áhugavert er, at í “Hinumegin Ringvegin” hómast ein roynd at koma heilskapaður yvir um glímingina við tað at vera heftur at rúsdrekka. Tann tilveruligi útvegurin kann vera at finna í listini ella í tí hugsan, at “alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag”.
Við øðrum orðum, tað ber til at arbeiða seg fram til fatan, medvit ella sannkenning um eins støðu og fyritreytir í tilveruni.
Flestu løgini á “Hinumegin Ringvegin” eru vorðin fólkaogn. T.d. “Meirilutin ræður”, ið er um hvussu veljarin, við at velja síni umboð kritikkleyst, kemur sær sjálvum út í óføri. Hesin teksturin kann kanska í dag lesast sum ein fyriboðan um kreppuna í Føroyum í 1990-árunum.
Tann gávuríkasti yrkjarin
Hanus Kamban nevnir Kára P sum tann gávuríkasta yrkjaran, ið nakrantíð hevur gjørt vart við seg í føroyskum tónleiki. Hann greiðir frá, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, og eingin ivi er um, at tað eru sálarkreppan, vónloysið, tostin eftir kærleika, trupulleikar við rúsdrekka, tann ov djúpi og ov skjóti tankin, sum eru keldan, sum Kára’sa list sprettur úr.
Hann hevur sjálvur orðað hetta, skaldskaparliga fyndugt, soleiðis í “Ringulrímu”:
aldri sá eg annan veg
fyrr enn lív mítt lá í molum
Hanus Kamban tekur eisini fram eitt ørindi eftir Regin Dahl har sipað verður til tað sama:
Bólstað á berum gólvi
fann eg mær mangan
fullur og ferðamóður –
hvat er tað øðrvísi
undurið hetta
enn gestur á fjøl?
Lívið er ein ferð
Lívið er ein ferð og Kári hevur roynt eitt sindur av hvørjum.
Hann var útiseti í út við 30 ár. Hann var í nógv ár búsitandi í Danmark, men eisini var hann í lestraørindum í Íslandi, har hann m.a. las mál og bókmentir.
Hann tók embætisprógv í sálarfrøði í 1995.
Eitt skifti var hann búsitandi í Noregi, og í 1999 kom hann aftur til Føroya at starvast innan kliniska sálarfrøði, fyrst á Sernámsdeplinum, men síðan 2004 hevur hann virkað sjálvstøðugt á Sálarfrøðistovuni.
Kári P er vorðin fólkaogn. Fleiri av hansara perlum eru javnan at hoyra í teimum føroysku útvarpsrásunum, umframt at hansara tekstir verða sungnir á samkomum og veistlum av ymiskum slag. Hansara sangir eru væl umboðaðir í bæði Grønu songbókini (1993) og somuleiðis Okkara songbók (2006).
"Um mínir sangir kunnu kallast skaldskapur ella ikki, tað haldi eg, at eg yvirlati til onnur, tey sum njóta hesar sangirnar, tí eg havi havt ta áskoðan, at tá ið tú gevur nakað út, so hevur tú latið tað frá tær og yvirgivið tað til onnur at eiga."
Kári P.
Hjartaliga tillukku við 75 ára føðingardegnum, Kári P.
































