Trygdarstøðan í útnorði er broytt

Trygdarstøðan í útnorði er broytt
Útnorðurráðið heitir á á stjórnina í Íslandi og landsstýrini í Grønlandi og Føroyum um at nágreina trygdar- og verjupolitisku støðuna hjá londunum í útnorði
Hesi umboðaðu Føroyar á ársfundinum í Útnorðurráðnum í Grønlandi.
Mynd: Løgtingið  
 
22.08.2025 - 10:20

- Støðan í útnorði er broytt, og fólk kenna seg ikki longur so trygg, sum tey hava gjørt.

Tað sigur Bjørt Samuelsen, fyrsta næstforkvinna í Útnorðurráðnum, nú ráðið heitir á stjórnina í Íslandi og landsstýrini í Grønlandi og Føroyum um at nágreina trygdar- og verjupolitisku støðuna hjá londunum í útnorði.

 

 

Bjørt Samuelsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, sum júst hevur verið í Grønlandi, eru tvær tilráðingar lagdar fram. 

Tær eru um trygd og verju í Norðuratlantshavi og um, hvussu undirstøðukervið í Norðuratlantshavi skal verjast. 

Hoyr samrøðu við Bjørt Samuelsen í útvarpstíðindunum: 

 

22082025_Bjort_um_trygd

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424