Føroyameistararnir í bogaskjóting funnir

Føroyameistararnir í bogaskjóting funnir
Størsti spenningurin var í compound hjá monnum, har seks skjúttar skutu um føroyameistaraheitið
Størsti spenningurin í FM-kappingini í bogaskjóting var í compound við monnum, har seks kappaðust
Mynd: Bogaskjótisamband Føroya  
 
24.08.2025 - 15:10

Størsti spenningurin var í compound við monnum, tá skotið var um føroyameistaraheitini í bogaskjóting leygardagin.

Seks skjúttar kappaðust. Rógvi Mohr úr Tambum, sum ikki hevur skotið í fleiri ár, var við aftur, og eisini Albert Dam úr Ørvi, ið hevur skotið sera lítið seinastu árini. Hinir fýra hoyra til aktivu kjarnuna av compound-skjúttum. Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen og Sámuel T. Petersen, allir úr Ørvi, og Jógvan Niclasen úr Tambum.

Fjórðingsfinalan millum Jógvan Niclasen og Albert Dam endaði við shoot-off eftir 134-134 javnleik. Báðir raktu 10 stig, men pílurin hjá Alberti Dam var nærri miðjuni. Í hálvfinalunum vann Jóannes Poulsen trygt á Alberti Dam, meðan Sámuel Petersen eitt sindur óvæntað fór avstað við teprum sigri á Nikkeli Petersen. Í finaluni var Jóannes Poulsen, sum hevur skotið væl í ár, kortini ov sterkur og vann 141-132.

 

Skaðar og avboð darvaðu

Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti skeyt væl á Oyggjaleikum fyri kortum, og hon vann eisini trygt á Rakul Dam úr Tambum í finaluni í compound við kvinnum, har bert tær báðar vóru við. Hjá recurve-kvinnunum vóru eisini tvær við, men tá Tóra Dinna Reynskor fekk skaða tíðliga í kappingini, hevði Pernille Krogh tryggjað sær gullið.

Lilja Strøm Winther úr Suðurskoti royndi seg í uttandura kapping fyri fyrstu ferð. Hon var einasti skjúttin við berboga, og fekk tískil gullið um hálsin. Sama gjørdi Hans Petur Højgaard úr Ørvi, sum vann uttan kapping, tá ætlaði kappingarneytin fekk forfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595