Kakkulakkur umborð á Galaxy: Óheppið sigur SSL

Kakkulakkur umborð á Galaxy: Óheppið sigur SSL
Niels Juel Arge, stjóri í Strandfaraskipum Landsins ásannar, at tað er óheppið við kakkulakki umborð á Galaxy og lovar, at tey fara at taka tað upp í morgin.
Niels Juel Arge, stjóri í Strandfaraskipum Landsins
 
24.08.2025 - 18:17

- Sjálvandi er hetta eitt sindur óheppið, men vit gera alt vit kunnu og fara eisini at taka tað upp í morgin, sigur Niels Juel Arge, stjóri í Strandfaraskipum landsins, eftir at ein kakkulakkur var sæddur á vesinum umborð á Galaxy á veg suður fyrr í dag. Dagin fyri, at Galaxy fór úr Grikkalandi, fyri 12-13 døgum síðani, varð skipið reinsað fyri kakkulakkar, men tað kann taka eini 20 dagar, áðrenn allir eru burtur, greiðir Niels Juel Arge frá. Men í morgin fara tey á Strandfaraskipum Landsins at seta seg í samband við onkran, sum kann hjálpa at sleppa av við kakkulakkar, lovar hann. 

 

Innslag_Kakkulakkur_SSL

 

Galaxy byrjaði siglingina á Suðuroyarleiðini, á hesum sinni, í gjár og skal avloysa Smyril í 8-10 vikur. Longu áðrenn Galaxy byrjaði siglingina í gjár, høvdu nógv gjørt vart við sína ónøgd, millum annað tí, at skipið er minni, siglir seinni og ikki líka ofta sum Smyril. Eisini hevur stríð verið millum Strandferðsluna og Maskinmeistarafelagið, tí maskinmeistarar, sum skulu sigla við Galaxy, kenna seg ótrýggir um hvørt føroyskir sáttmálar og reglur eru galdandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777