ES fordømir ísraelskt álop á sjúkrahús

ES fordømir ísraelskt álop á sjúkrahús
Sivil og journalistar skulu verjast sambært altjóða lóg, sigur ein ES-talsmaður
Í minsta lagi 20 fólk doyðu í ísraelska álopinum á hetta sjúkrahúsið í Gasa í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.08.2025 - 14:28

ES fordømir álopið á Nasser-sjúkrahúsið í Khan Younis har suðuri í Gasageiranum í gjár , har í minsta lagi 20 fólk lótu lív, skrivar NRK.

- Ísraelska álopið á Nasser-sjúkrahúsið  kann als ikki góðtakast, sigur talsmaðurin fyri ES-nevndina, Anouar El Anouni.

- Sivil og journalistar skulu verjast sambært altjóða lóg. Nú hava sivil í Gasa liðið alt ov leingi. Stundin er komin at bróta henda ringin, segði hann á tíðindafundi fyrr í dag.

Í minsta lagi 20 fólk, teirra  millum fimm journalistar, lótu lív í álopinum.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at Ísrael harmast. Hann sigur, at álopið var eitt óhapp, skrivar Reuters. 

 

Sí innslag í Degi og viku her:
 

250825_DV_KAN_YOUNIS

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980