Málið um Atla verður avgreitt skjótt

Málið um Atla verður avgreitt skjótt
Tað sigur forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen. Víkingur hevur sent eina áheitan til FSF, um at loyva Atla Gregersen at spæla restina av kappingarárinum
Atli Gregersen, hjálparvenjari, Christian F. Andreasen, forseti, og Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
28.08.2025 - 12:10

- Vit arbeiða við málinum í løtuni, og eg vænti, at vit koma til eina niðurstøðu í kvøld ella í morgin, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum.

Atli Gregersen hevur eisini ein sáttmála við Fótbóltssambandið sum hjálparvenjari hjá manslandsliðnum. Her er ein átekning, sum sigur, at hann skal gevast, tá leikluturin hjá Víkingi er útspældur í Evropa, ella í seinasta lagi 31. august.

Víkingur spælir leygardagin móti B68 og sambært avtaluni við FSF, so skal hetta verða seinasti dysturin hjá Atla Gregersen. Nú hevur Víkingur sent eina áheitan til Fótbóltssambandið, um at síggja burtur frá treytini í sáttmálanum.

- Beint nú veit eg einki. Eg veit, at ein áheitan er send til FSF, men eg havi einki við tað at gera. Eg virði ta avgerð, sum verður tikin, sigur Atli Gregersen sjálvur.

Tað er ein møguleiki fyri, at hetta verður seinasti dysturin hjá honum. Hann hevur sambært Faroesoccer spælt 586 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi og 59 landsdystir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392