Lukas fyrsti føroyingur á Norðpólinum?

Lukas fyrsti føroyingur á Norðpólinum?
Lukas Sólheim er - eftir øllum at døma - fyrsti føroyingur á Norðpólinum
Lukas Sólheim við Merkinum á Norðpólinum. Flaggið hevur hann lánt frá Føroyahúsinum í Keypmannahavn
Mynd: @Lukas Sólheim  
 
30.08.2025 - 18:57

Leygardagin 16. august trein 30 ára gamli Lukas Sólheim á Norðpólin. Lukas er partur av eini altjóða granskingarferð, sum ger jarðfrøðiligar kanningar av ísi og havbotni í økinum kring Norðpólin.

“Tað kennist heilt løgið at hugsa, at eg eftir øllum at døma eri fyrsti føroyingur á Norðpólinum. At flagga við Merkinum á ísinum, har sjálvur Norðpólin er, var ein heilt serlig løta, sum eg ongantíð fari at gloyma, og eg eri bæði ovfarin og errin av tí stuðli og heilsanum eg havi fingið heimanifrá”, skrivar Lukas Sólheim í samskifti við Kringvarpið.

Hann skrivar, at tað var ein lítil hátíðarløta hildin, tá tey komu til Norðpólin, og síðan var farið út á ísin, har Lukas setti Merkið á Norðpólin og myndir vórðu tiknar. Síðan var fótbóltsdystur spældur á sjálvum Norðpólinum, har Lukas og norska Rebekka Danielsen, sum hevur ættarbond til Skálar, vóru á liði saman ímóti granskarum úr Brasil. 

- Úrslitið gjørdist 2-0 til Føroyar, skrivar Lukas Sólheim.

 

(Rebekka Eschen Danielsen (t.h.) er fødd í Stavanger, men hevur føroyskan pápa, Pætur S. Danielsen, sum er ættaður av Skála @Lukas Sólheim)

Jarðfrøðiligu kanningarnar í Arktis verða gjørdar undir leiðslu av GEUS (De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland), har Lukas Sólheim arbeiðir. Hendan granskingarferðin er eitt samstarv millum GEUS og svensk­u Swedish Polar Research Sekretariat, sum eru við ísbrótaranum, Oden, og kanadisku myndugleikarnar, sum eisini hava eitt skip við á granskingarferðini; ísbrótaran Louis S. Saint-Laurent.

Lukas sigur, at hann hevur ábyrgdina av teknisku útgerðini á ferðini, og arbeiðið minnir ofta um umstøðurnar á einum skipi í Føroyum um veturin - tó við nøkrum avbjóðingum av ísi, og tí verður viðmælt at fólk halda seg innandura nú og teir komandi dagarnar, sigur hann.

Ferðalagið fór úr Longyearbyen í Svalbard tann 9. august, og eftir ætlan verður Lukas Sólheim og restin av granskingarliðnum í arktiska økinum í tilsamans seks vikur.


 

(Og sum myndin vísir, so býr jólamadurin á Norðpólinum, og hann vitjaði umborð á Oden og letur heilsa øllum børnum heima í Føroyum, sigur Lukas Sólheim @Lukas Sólheim)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604