Tónleikasambandið: Nú ber aftur til at søkja um Økistóna-stuðul

Tónleikasambandið: Nú ber aftur til at søkja um Økistóna-stuðul
Umsóknarportalurin til Økistónar er latin upp, og til ber nú at søkja um stuðul til tónleikatiltøk fyri tíðarskeiðið 1. januar til 1. mai 2026, sigur Tónleikasamband Føroya
 
01.09.2025 - 14:40

Økistónar er stuðulsskipani, sum veitir stuðul til spælistøð og fyriskiparar, ið ynskja at skipa fyri konsertum við høgari góðsku, men sum ikki altíð hava fíggjarligt rásarúm til tess.

Endamálið við stuðlinum er at tryggja, at tónleikarar fáa minstuløn, og at fyriskiparar fáa betri møguleika at bjóða tónleiki fram – eisini har, ið annars hevði verið torført.

Tónleikasamband Føroya boðar frá, at nú ber til at søkja um stuðul til tónleikatiltøk í tíðarskeiðinum 1. januar til 1. mai 2026. 

Freistin at søkja er 1. oktober 2025.

 

Minstaløn og reglusemi

Skipanin við Økistónum leggur dent á reglusemi, økisumboðan, góðsku, javna kynsumboðan, tónleikaligt fjølbroytni og nýskapan.

Hon skal gera tað lættari at arbeiða sum konsertfyriskipari, og at menna eina sterka konsertmentan kring alt landið.

Fyriskiparar kunnu søkja um 2.000 krónur fyri hvønn tónleikara, tó í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvørt tiltak.

 

Raðfestingar hjá úrvalsnevndini

Úrvalsnevndin leggur dent á eitt ella fleiri av hesum viðurskiftum:

  • Økismennandi virksemi; bæði tá talan er um alt landið, og eisini innanhýsis í kommununum.
  • Reglusemi í virkseminum.
  • Virksemi, sum ikki framanundan er stuðlað.
  • Undanfarið virksemi hjá fyriskipara, grundað á viðhefta frágreiðing í umsóknini.
  • Nýskapandi og/ella eginframleiddan tónleikan.
  • Tónleikaligt fjølbroytni.
  • At umsóknin er væl frágingin.

Tað er ikki eitt krav at røkka øllum hesum endamálum.

 

Treytirnar

Treytirnar fyri at fáa stuðul úr Økistónum er, at: 1) Mann er limur í Konsertfyriskiparafelagnum, sum er ókeypis. 2) At mann hevur KODA-sáttmála ella betalur KODA-pengar fyri hvørja konsert.

Limaskapur í Konsertfyriskiparafelagnum er ókeypis, og tú kanst blíva limur við at senda teldupost til: konsertfo@gmail.com.

Um onkur fyriskipari hevur spurningar viðvíkjandi Koda, so kunnu hesir spurningar eisini sendast til Konsertfyriskipararfelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120