Søkja eftir kommunustjóra í Klaksvík

Søkja eftir kommunustjóra í Klaksvík
Umsóknarfreistin er 29. september
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
05.09.2025 - 07:53

Starvið sum kommunustjóri í Klaksvík er nú lýst leyst.

Umsóknarfreistin er 29. september. 

Starvsbyrjan er 1. januar 2026 ella eftir nærri avtalu.

Setanin verður avgreidd í oktober. 

Síðst í februar blivu Klaksvíkar kommuna og Rúni Rasmussen, sum var kommunustjóri, samd um at enda samstarvið 1. mars. 

John Færø, trivnaðarstjóri, var varakommunustjóri, og hann er nú virkandi kommunustjóri.

Tonja Sonhardsdóttir, sum var varatrivnaðarstjóri, er nú virkandi trivnaðarstjóri í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329