Grønland: Politikarar ikki kunnaðir um útlendskar vitjanir

Grønland: Politikarar ikki kunnaðir um útlendskar vitjanir
Seinastu tíðina hava ein varaverjumálaráðhari og ein uttanríkisráðharri verið í Grønlandi, men uttanríkis- og trygdarpolitiska nevndin fekk einki at vita um vitjanirnar
Pele Broberg er formaður í Naleraq og næstformaður í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini í Grønlandi.
Mynd: KNR  
 
08.09.2025 - 08:25

Limirnir í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini í Grønlandi verða ikki kunnaðir, tá ið útlendskir topp-politikarar koma á vitjan í Grønlandi. 

Tað sigur Pele Broberg, formaður politiska flokkinum Naleraq.

Í síðstu viku var týski varaverjumálráðharrin, Nils Schmid, á vitjan, og sunnudagin var franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, á stuttari vitjan í Nuuk. 

Men limirnir í uttanríkis- og trygdarpolitisku fingu lítið og einki at vita um vitjanirnar.

Og tað er ikki í lagi, sigur Pele Broberg.

- Vit fingu ikki at vita um vitjanirnar. Allar upplýsingarnar, vit hava, hava vit frá fjølmiðlaumrøðuni. Landsstýrið upplýsir okkum ikki um, hvat tey gera, ella ikki gera, so okkara vitan kemur bara frá fjølmiðlunum, sigur Pele Broberg úr Naleraq, sum er næstformaður í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini.

 

Pipaluk Lynge. (Mynd: KNR)

 

Ikki skyldu at upplýsa

Forkvinnan í Uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini, Pipaluk Lynge úr Inuit Ataqatigiit, er samd við Pele Broberg. 

- Men sambært okkara sjálvstýrislóg hevur landsstýriskvinnan í uttanríkismálum í roynd og veru hvørki skyldu at upplýsa ella ráðføra seg við okkum í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini. Hinvegin halda vit í Inuit Ataqatigiit, at tað er týdningarmikið at samstarva við okkara altjóða samstarvsfelagar, tí hetta kemur borgarunum til góðar. Tí eiga vit sum tinglimir eisini at verða hoyrd, sigur Pipaluk Lynge í KNR-sendingini "Ulluni makkunani pisunit".

Tað hevur ikki eydnast grønlendska kringvarpinum KNR at fáa viðmerking frá Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891