Nýggjur frálærudepil um Føroyar, Ísland og Grønland í Keypmannahavn

Nýggjur frálærudepil um Føroyar, Ísland og Grønland í Keypmannahavn
Mentanarhúsið Norðurbryggjan í Keypmannahavn arbeiðir við stórari verkætlan at umbyggja søguliga bygningin "Tranhuset" til frálærudepil ætlaður donskum skúlabørnum
"Tranhuset" sum liggur aftanfyri Norðurbryggjuna í Keypmannahavn
Mynd: Norðurbryggjan  
 
11.09.2025 - 15:22

Norðurbryggjan í Keypmannhavn hevur til endamáls at miðla føroyska, grønlendska og íslendska list og mentan.

Mentanarhúsið húsast í stóra pakkhúsbygninginum á Grønlendska handilsplássinum við havnafrontin yvir av Nyhavn, men eigur eisini ein søguligan bygning aftan fyri pakkhúsið – "Tranhuset".

Fyri smáum trimum árum síðani fór Norðurbryggjan undir stóru og týðandi verkætlanina at umvæla og umbyggja "Tranhuset" til ein frálærudepil um Føroyar, Grønland og Ísland, serliga ætlað donskum skúlabørnum.

Arbeiðið hevur higartil í stóran mun snúð seg um samráðingar við friðingarmynduleikar, men samstundis hevur verið arbeitt við at skipa innihaldið og frálæruumhvørvið í bygninginum. Nú er arbeiðið komið so langt, at ítøkiligt uppskot um innihald og skipan av frálærudeplinum er sent friðingarmynduleikunum, og síðani verða samráðingar og samstarv um, hvat kann góðkennast og ikki.

 

Miðhæddini í bygninginum "Tranhuset". Mynd: Norðurbryggjan

 

"Tranhuset" varð brúkt sum lýsigoymsla

"Tranhuset" er frá 1781, friðað og um 700 fermetrar til støddar. Bygningurin varð søguliga inntil 1921 nýttur til goymslu av lýsi, sum var stoytt niður í kjallaran, eftir at hvalaspik varð kókað og smeltað til.

Lýsi varð brúkt í lampum á gøtum og í heimum – eitt nú bleiv Kongaliga Teatrið upplýst av norðuratlantiskum lýsi. Tað var mett betri enn aðrar oljur, tí tað gav ein so kláran og reinan loga.

"Tranhuset" hevur sostatt havt ein leiklut í samhandlinum millum Føroyar, Ísland, Grønland og Danmark, tá hvalaveiða var vanlig í Norðuratlantshavi. Tá vóru spik, turrur fiskur, saltað sild, skinn og aðrar vørur silgdar úr útnorði niður á Norðurbryggjuna í Keypmannahavn. Vørurnar vóru lagdar á goymslu á Norðurbryggjuni og síðani seldar víðari á evropeiska marknaðinum.

 

Ein serstakur bygningur við stórum søguligum virði

Friðingarmynduleikarnir ansa væl eftir, hvussu "Tranhuset" verður umvælt og umbygt, tí bygningurin hevur stórt varðveitingarvirði. "Tranhuset" er nemliga eitt av fáum lýsihúsum í heiminum, ið eru í so góðum standi, vísir Karin Elsbudóttir, stjóri á Norðurbryggjuni á:

- Friðingarmyndugleikarnir eru eymir um umbyggingina, og tað skilji eg sera væl. Eg eri eisini púra samd í, at vit ikki skulu gera meira við bygningin enn neyðugt. Men har eru nakrir hentleikar, ið mugu vera í bygninginum, fyri at hann kann nýtast sum savn. Eitt nú mugu vera brúkbarar trappur, vesi, vatn, ein lyfta og akustiskar reguleringar. So tað er ein long tilgongd við einum bygningi, sum gevur nakrar avmarkingar, men eisini nakrar fantastiskar møguleikar. Nú arbeiða vit við at fáa tað síðsta upp á plass, sigur Karin Elsbudóttir.

 

"Tranhuset" er frá 1781, men hevur varðveitt dámin av lýsigoymslu. Mynd: Norðurbryggjan

 

Taka støði í nútíðini fyri at miðla náttúru, mentan og søgu

Tað er ein rættiliga stór og avbjóðandi uppgáva at miðla um trý lond á lutfalsliga lítlum plássi, vísir Karin Elsbudótir á. Neyðugt er at avmarka seg, og tí hevur verkætlanarbólkurin avgjørt at taka støði í nútíðini og harígjøgnum varpa ljós á náttúru, mentan og søgu.

Framsýningin verður skipað við bæði talgildum og meira taktilum innihaldi, og møguleiki verður hjá skúlaflokkum og lærarum teirra at velja ymisk temu, har bæði nútið, náttúra, søga og mentan kunnu sameinast.

- Tað er umráðandi fyri okkum er at geva børnunum dagførda vitan um londini – um samfeløgini, fólkini, mentanirnar og náttúruna í dag. Eisini er tað týdningarmikið at skipa frálærudepilin við støði í málbólkinum, sum er donsk skúlabørn. Hesin málbólkurin veit ikki so nógv um londini og evnini, og tí geva vit teimum eina grundleggjandi innføring í londini, og haraftrat verður høvi at velja ymisk evni, sum til ber at hugsavna seg meira um, sigur Karin Elsbudóttir.

Stjórin á Norðurbryggjuni vísir á, at tey hava tosað um nógv evni, men mugu avmarka seg, og í løtuni hava tey hugsavnað seg um temuni: Havið – "Det nordatlantiske hav som ressource og livsnerve" – tí havið er tað, sum bindur londini saman, og sum eisini er við til at definera okkara samfelag, mentan og søgu. Burðardygd, djóralív á landi, jarðfrøði og ráevnir í undirgrundini – sum eisini ber í sær eld, ís og granskingartiltøk í sambandi við tað. Og so verður eitt tema málini í londunum, tí tað eisini definerar okkum sum fólk.

Karin Elsbudóttir greiðir frá, at tey taka atlit at frálærukrøvinunum í donsku fólkaskúlunum og fyrihalda seg eisini til heimsmálini.

- Vit kunnu ikki vísa alt, men endamálið er at skapa forvitni og íblástur, so at upplivingin gevur teimum vitjandi hug til at læra meira um londini, sigur Karin Elsbudóttir.

 

Samstarva við serfrøðingar um innihald og framsýning

Karin Elsbudóttir heldur, at tað er alneyðugt við serkunnleika fyri at kunna skapa ein dygdargóðan frálærudepil. Tí samstarvar Norðurbryggjan við fleiri fólk og feløg um skipan av savninum.

Fyritøkurnar Kumulus og Walk Agency hava serliga arbeitt við skipan av fysisku kørmunum og frálæruinnihaldinum, og arbeiðið er nú komið so langt, at ítøkilig uppskot til skipan av frálærudeplinum eru á borðinum.

Talan er um uppskot, sum bæði innihalda talgildar og taktilar loysnir, so børnini kunnu leita sær vitan og samstundis brúka sansirnar.

Innihaldssliga leggja uppskotini dent á ymisk viðurskifti. Í kjallaranum verður søgan hjá bygninginum fortald við støði í havinum, hvalaveiðu og samhandlinum millum londini. Í miðhæddini er uppskot um at hava frágreiðingar um londini og upplýsingar um náttúru, mentan og søgu. Og á loftinum verður skotið upp at hava ljóðinstallatiónir við søgum og sagnum, og ein verkstað, har børnini kunnu brúka síni skapandi evni og hugflog.

- Vit vilja gjarna tala til fleiri sansir, og tað er avgerandi fyri okkum, at installatiónirnar eru fleksiblar, so mann kann dagføra og skifta innihaldið í teimum, sigur Karin Elsbudóttir.

 

Nógv varðveitingarverd eyðkenni eru í bygninginum. Mynd: Norðurbryggjan

 

Londini skulu vera við í tilgongdini

Tað hevur stóran týdning fyri Norðurbryggjuna, at Føroyar, Ísland og Grønland eru við í tilgongdini at skapa innihaldið til frálærudepilin. Tí er ætlanin eisini at samstarva við fleiri serfrøðingar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum:

- Innihaldið má vera grundfest í londunum. Tí hava vit tikið – og fara at taka – samband við fakfólk í londunum, sum vit samstarva við, sigur Karin Elsbudóttir.

Tilgongdin at skapa frálærudepilin ber eisini í sær, at innihaldið skal roynast, og tí samstarva tey við fólkaskúlar og fakfólk, sum kunnu geva afturmeldingar um tilfarið:

- Tað er týdningarmikið, at fakfólk í londunum royna tilfarið og vera við til at menna tað. Sum dømi kann nevnast, at vit hava verið í sambandi við Guðni Th. Jóhannesson, fyrrverandi forseta í Íslandi, sum nú er professari, og hevur sagt ja til at skriva um sambandið millum Ísland og Danmark, sigur Karin Elsbudóttir.

 

Málið er at lata upp í 2027

Arbeitt hevur verið við verkætlanini í smá trý ár, og stóran part av tíðini hevur talan verið um samskifti við friðingarmyndugleikar.

- Vit hava nú sent ítøkiligt uppskot til friðingarmyndugleikarnar um, hvussu savnð kann skipast, men vit eru ikki farin í gongd við endaliga arbeiðið at umvæla bygningin. Tá loyvi er fingið til vega, vænta vit, at tað fer at taka eini tvey ár at umvæla bygningin til frálærudepil. So um alt gongur væl, vóna vit at kunna lata upp á vári 2027, sigur Karin Elsbudóttir.

Talan er um eina stóra og kostnaðarmikla verkætlan upp á higartil 51 milliónir. Tí hevur Norðurbryggjan søkt um fíggjarligan stuðul til verkætlanina og fingið 21 milliónir frá A.P. Møller Fonden til umvæling, 14,7 milliónir frá Novo Nordisk Fonden til menning av náttúruvísindaligari frálæru, 9,3 milliónir frá Augustinus Fonden til menning av humanistiskari frálæru og 6 milliónir frá danska Mentamálaráðnum sum ískoyti. 

 

Lurtið eftir samrøði við Karin Elsbudóttir, stjóra í Norðurbryggjuni úr sendingini Kultura:

 

1763140


 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067