Filmurin lýsir tað vakra við lívinum

Filmurin lýsir tað vakra við lívinum
Høvuðspersónurin í heimildarfilminum Birita livir við alzheimersjúku. Men filmurin snýr seg minni um sjúku og nógv meira um kærleika, vinarlag og vakra lívið sigur leikstjórin
Búi Dam, filmsleikstjóri og Birita Mohr, leiklistafólk
 
17.04.2026 - 10:47

Tá Birita Mohr, høvuðspersónur í nýggja heimildarfilminum Birita, fekk staðfest demenssjúku í 2012, keypti hon eitt skelti við sitatinum: "Don´t take life too seriously, nobody gets out alive anyway".

Og hesin boðskapurin um ikki at taka lívið ov tungt, og at royna at síggja tað góða og vakra í tí myrka, hevur verið grundleggjandi fyri filmin og fyri filmsleikstjóran og son Biritu, Búa Dam.

Heimildarfilmurin snýr seg um tilgongdina at seta leikin "King Lear" eftir Willliam Shakespeare upp í Sjónleikarhúsinum. Lear kongur missur spakuliga vit og skil, og hóast alzheimersjúkan hevur havt við sær, at Birita, ið spælir Lear kong, hevur mist mál og minni, so hevur Birita lært son sín mest í tilgongdini at gera filmin:

- Sjálvandi havi eg lært eina rúgvu av øðrum menniskjaligum tingum, og eisini um at gera film og sjónleik. Men tað, sum eg altíð havi leitað eftir í mínum listarliga virki, er stóri spurningurin: Hvør eri eg, og hvat er meiningin við lívinum? Tá boðskapurin "ikki taka lívið ov seriøst, tí ongin sleppur livandi frá tí allíkavæl", kemur frá einum persóni, sum er um at missa alt, so er tað tann sterkasti lærdómurin, ið eg fingið við mær úr hesi verkætlanini, sigur Búi.

Birita Dam, leiklistakvinna, á palli

 

Menniskju hava týdning hóast skerdar førleikar
Birita Mohr er og var ein av okkara virknastu og fólkakærastu sjónleikarum. Hon var nærløgd og professionel í sínum arbeiði við leikum, og kravdi nógv av sær sjálvari og sínum starvsfeløgum. Í fekk í 2023 serstøku virðisløn landsins fyri síni avrik á palli, og Búi Dam heldur, at hóast demenssjúku og viknandi førleikar, so gav Birita nógv til tilgongdina at seta leikin upp:

- Í prosessini funnu vit út av, hvussu nógv Birita gav til tilgongdina at gera leikin. Fyri tað fyrsta kom hon við góðum hýri, og tað, at hon ikki minnist líka væl sum hini, gjørdi eisini, at hon var sera nærverandi í løtuni. Tann nærveran, sum hon kom við inn á pallin, var øgiliga rík fyri leikin, tí hon gjørdi, at leikararnir spældi - haldi eg - betur, enn teir nakrantíð hava gjørt, sigur Búi.

Hann heldur, at tað var sera læruríkt fyri øll at finna út av, at ein persónur, sum vit vanliga bara skúgva til viks úr samfelagum, faktiskt kann geva sera nógv í slíkari tilgongd.

- Eg haldi, at vit sum samfelag skulu lata vera við at taka so ræðuliga synd í fólki, sum fáa demens, men heldur royna at gera pláss fyri, at tey blíva ein partur av okkara lívi; til frama fyri tey, men so sanniliga eisini til frama fyri okkara samfelag.

Búi vísir á, at øll menniskju eru unikk - um mann hevur verið timburmaður, lærari, løgfrøðingur ella okkurt annað, so hava øll menniskju førleikar og áhugamál, og tað má mann ikki gloyma, hóast demenssjúka rakar:

- Fólk flest ogna sítt lív til eitthvørt. Tað er eitthvørt, sum ger, at mann er í sínum elementi, og tað fer ikki úr kroppinum, haldi eg. Tað muga vit sum samfelag gera pláss fyri og læra av fyri at betra okkara samfelag - at vera í løtuni og liva lívið, hóast sjúku, sigur Búi.

Vil vísa tað ljósa í tí myrka
Búi Dam vildi við filminum ikki skapa ein sorgarleik, men vísa á tað vakra, sum relatiónir millum menniskju, kærleiki og vinaløg hava við sær, hóast demenssjúkan er deyðilig, og førleikar fána:

- Mamma hevur altíð verið eitt glatt menniskja og gav okkum nógv í tilgongdini. Tað var eisini tað, vit gjarna vildu vísa. Filmurin er ikki ein sorgarsangur. Hann snýr seg um tað vakra lívið, treytaleysa kærleikan millum pápa og mammu, og hvat hevur týdning í lívinum, sigur Búi.

Búi Dam, pallistafólk og filmsleikstjóri

 

Tættari at mammu síni
Birita Mohr hevur spælt sjónleik alt sítt lív, og tað hevur verið hennara stóra passión. Men tá hon bleiv sjúk, valdi hon sjálv at fara av pallinum. Tí hevur etiski spurningurin um, hvørt tað var rætt at Birita fór á pall aftur, fylt nógv gjøgnum alla tilgongdina at gera heimildarfilmin.

Men Egi Dam, maður Biritu, og Búi arbeiddu ofta saman um leikir, og teir løgdu til merkis, at hugurin hjá Biritu at vera partur av tí vaks. Eisini hevði Búi eitt stórt ynski um at vera tætt at mammu síni í hennara elementi - á pallinum, og tað førdi til, at hann fór undir leikin "King Lear" og undir heimildarfilmin.

- Eg ynskti at fara á pall við mammu og at vera tætt upp á hana upp ein annan máta enn bert at vitja nakrar ferðir um vikuna. Og tað var sera ríkt at vera saman við henni í tí, sum hevur verið hennara stóri alskur gjøgnum lívið: at standa á pallinum, at tulka leiklutir og at vera saman við øðrum leikarum á pallinum. So tann kenslan var øgiliga rík, og at koma tættari at henni, sum hon er nú, og skilja. Tað hevur eisini gjørt, at eg eri minni bangin fyri at fáa sjúkuna, sigur Búi.

Búi Dam ivast ikki í, at tað var etiskt rætt at pallseta leikin "King Lear" við Biritu í høvuðsleikinum:

- Ein orsøk er trivnaðurin hjá henni. Birita hevur altíð verið eitt virkið menniskja, og við at vera aktiv í verkætlanini bleiv hon stimulerað uppá ein annan máta enn eitt nú á einum røktarheimi - hóast fólk taka sær væl at henni har. Tað var týðiligt, at hon kendi seg aftur á pallinum. Ein onnur orsøk er, at mamma hevur verið aktivistur. Nú er hon sjálv partur av einum minniluta, og við hesi verkætlanini góvu vit henni enn einaferð eina rødd at siga frá. Eisini haldi eg, at verkætlanin hevur verið góð fyri hennara eftirmælið sum leiklistafólk, sigur Búi.

Ein innara reinsan
Hjá Búa var tilgongdin at skapa filmin og at vera tættari at mammu síni eisini ein sálarlig reinsan:

- Tað var eisin ein katarsis, ein reinsan. Ein umskapan inni í mær at siga farvæl við idealið av mammu míni, sum eg hevði í høvdinum. Eg havi altíð verið sera stoltur av mammu sum leiklistakvinna, professionelt menniskja og aktivistur í Føroyum. Men tann kvinnan var ikki meira, hon búði bara í mær. Eg helt onkursvegna fast í tí myndini av mammu míni, heldur enn at síggja hana, sum hon er nú. Og tað, sum filmurin metaforiskt lýsir, er at sleppa tí, sum var, og góðtaka tað, sum er.

 

Lurtið eftir samrøðu við Búa Dam um heimildarfilmin Biritu her:

1807085

 

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118