- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg eri sera fegin um at sleppa at stjórna Føroya Symfoniorkestri

Catherine Larsen-Maguire hevur staðið á pallinum við framúr góðum orkestrum, sum eitt nú London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta.
Og nú er hon vorðin nýggjur høvuðsdirigentur fyri Føroya Symfoniorkestur. Tað er ein uppgáva, sum hon er sera fegin um:
- Hvør hevði nakrantíð sagt nei til ein slíkan møguleika? Eg var so sera fegin, tá Hans Petur í Brekkunum (stjóri í Føroya Symfoniorkestri, red.), ringdi og spurdi, um eg vildi stjórna orkestrinum, sigur Catherine við einum stórum smíli.
Catherine hevði verið nakrar ferðir í Føroyum, áðrenn hon fekk í boði at standa á odda fyri symfoniorkestrinum. Hon heldur, at tað er makaleyst, at Føroyar hava eitt symfoniorkestur. Men Catherine leggur dent á, at talan er ikki bert um eitt orkestur, men um eitt sera gott orkestur, sum hevur eina heilt serliga orku:
- Orkestrið kemur saman nakrar ferðir um árið, og mann kennir á sær, at tónleikararnir gleða seg til at spæla og at bera fram fantastiskan tónleik til áhoyrararnar. Tá ein slík spæligleði er til staðar, hoyra og føla áhoyrararnir tað, sigur Catherine.
Catherine Larsen-Maguire er fødd í Manchester og hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin. Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin tók hon í 2012 avgerð um at fara eftir dirigentdreyminum. Hon hevur stóran áhuga í ungum tónlistafólki, hevur undirvíst og stjórnað ungdómsorkestrum kring heimin og verið gestaprofessari á Universität der Künste í Berlin.
Aksel Remmel, klaverleikari, og Catherine Larsen-Maguire í Hátúni, har Aksel venur til Várkonsertina
Ein dreymur at spæla Rachmaninov
Á várkonsertini fer Føroya Symfoniorkestur at spæla verkið "Let me cry" eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava, síðani fer klaverúrmælingurin Aksel Remmel at spæla klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov, og eisini framførir orkestrið 4. symfoni eftir Tjajkovskij.
Tað er fyrstu ferð, at Aksel Remmel skal spæla eina heila klaverkonsert saman við Føroya Symfoniorkestri. Aksel Remmel tók masterútbúgving á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn í klaveri, í 2021 vann hann tónleikakappingina Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar, og hann hevur áður framført saman við Føroya Symfoniorkestri. At spæla júst klaverkonsert nr. 2 hjá Rachmaninov saman við Føroya Symfoniorekstri er ein dreymur, ið verður veruleiki hjá Akseli:
- Talan er um fantastiskan tónleik og eitt stykki, sum eg altíð havi hildið sera nógv av. Tað er helst tað stykkið, sum mær dámar allarbest í allari tí klassisku tónleikaskránni, sigur Aksel Remmel, tá vit vitja hann í Hátúni, har hann venur til konsertina.
Aksel hevur áður spælt fyrsta sats av klaverkonsertini saman við Symfoniorkestrinum. Men at spæla alla klaverkonsertina, krevur sera nógva venjing:
- Tað er ekstremt krevjandi, virtuosur tónleikur, sum er torførur at spæla bæði musikalskt og tekniskt. Rachmaninov er kendur sum ein av teimum størstu klavervirtuosunum nakrantíð, og tað mekrir mann, tá ein fer í holt við at venja stykkið, sigur Aksel Remmel.
Klaverkonsertin er á leið 40 minuttir til longdar, og Aksel hevur vant nógv og miðvíst til konsertina:
- Ein má venja seint og fara niður í smálutir, so mann skal nokk hava eitt slag av perfektiónisti í sær fyri at fáa tað ordiliga gott. Seinastu mánaðirnar havi eg helst vant einar 3-5 tímar um dagin, so tað krevur øgiligt tol, sigur Aksel Remmel.
Klaverkonsertin er í romantisku sjangruni og ber í sær sera nógvar kenslur. Tað ger stykkið áhugavert at spæla og at lurta eftir, heldur Aksel:
- Tað er eitt sera spennandi stykki at bera fram, tí tað hevur í sær so øgiliga nógvar kenslur - bæði stórar, smáar og inniligar. Romantiska sjangran liggur mær nær, tí hon er so ekspressiv við eitt nú stórum akkordum, og tí gleði eg meg sera nógv at spæla hetta stykkið, sigur Aksel.
Vælbrúktir nótar
Lurta eftir samrøðuni við Catherine Larsen-Maguire og Aksel Remmel





























