Grindin í Fuglafirði var stór

Grindin í Fuglafirði var stór
Tá 280 hval vóru dripnir á Fuglafirði í gjár var gjørt av at lata restina av grindini sleppa, sigur sýslumaðurin
Umleið 280 hval løgdu beinini í Fuglafirði í gjár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
14.09.2025 - 11:13

Tað var ein nógv størri grind, sum legði beinini í Fuglafirði í gjár, enn roknað varð við, tá hon var funnin í Djúpunum sunnan fyri Funningsfjørð, um hálvgum trý-tíðina seinnapartin í gjár.

Í fyrsta umfari varð grindin mett at vera millum 60 til 70 hval, men tá avtornaði vóru umleið 280 hval merktir, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoynni. 

Men hon var eftir øllum at døma nakað væl størri enn tað, tí drápið endaði við, at ein partur av grindini varð sleptur aftur. 

Seðlarnir frá grindini eru ikki komnir út enn, men greitt er, at umframt drápspartar verður grindin eisini býtt í heimapartar. Hvussu stórir teir einstøku partarnir vera, kundi Jacob Vestergaard, sýslumaður einki siga um, tá vit tosaðu við hann fyri løtu síðan, tí tað arbeiðið er ikki liðugt.

Men tað vera ikki bara fuglfirðingar, sum fáa gleði av hesi grindini. Sambært sýslumanninum verður roynt at fáa aðrar kommunur at taka grind, so alt verður tikið upp, og í løtuni hava Eysturkommuna, Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna tikið av. Eisini verður arbeitt at fáa kommunurnar í Sandoynni at taka grind.

Tá vit tosaðu við sýslumaðin hevði hann ikki tal á, hvussu nógv skinn henda grindin er. Men brúka vit miðaltøl, sum vit kunnu síggja tey á heimasíðuni Heimabeiti.fo, so liggur talið millum 2.000 og 2.250 skinn.

Tí er eftir øllum at døma so nógv grind í Fuglafirði í løtuni, at um so er, at onkur manglar grind, so ber ivaleyst til at fáa sær eitt kók, ella meira enn tað, við at koyra til Fuglafjarðar seinni í dag.

Sambært sýslumanninum koma seðlarnir út á kaiini, har grindin liggur, um eitt-tíðina seinnapartin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521