Grindin var ov stór at halda til

Grindin var ov stór at halda til
Sýslumaðurin í norðurøkinum hevði neyvan givið loyvi til at halda grindini til, um hann visti, at hon var so stór. Tey flestu hava nóg mikið av grind nú, sigur hann
Tey allarflestu hava so nógv, at tað vera ikki hildnar fleiri grindir til í norðurøkinum, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2025 - 17:49

- Hevði eg vitað, at grindin var so stór, so hevði eg neyvan givið loyvi til at halda hana til. Í øllum førum ikki allari grindini.

Tað sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður í norðurøkinum, um stóru grindina, sum legði beinini í Fuglafirði í gjárkvøldið. Tá avtornaði lógu 285 hvalir deyðir á sandinum, men ikki allir hvalirnir, sum komu inn á fjørðin, vóru hildnir til.

- Tá formenninir varnaðust, hvussu nógv var komið upp á land, bóðu teir bátarnar fara út frá og so slapp restin av grindini at halda aftur til havs.

Tað kemur ikki so ofta fyri, at grindin verður slept og slett ikki, tá drápið er byrjað. Fyri kortum varð ein grind rikin út aftur av Miðvági, tí har var ov lítið til av fólki at halda henni til, men tað, sum hendi í Fuglafirði í gjár er meira sjáldsamt. Tað viðgongur sýslumaðurin eisini.

Jacob Vestergaard hevur altíð verið fortalari fyri, at vit skulu halda fram at drepa grind, men hann vil ikki hava, at vit drepa grind, um tað er nóg mikið til. Og tað er tað sambært honum í norðurøkinum. Kringvarpið hevur fingið at vita frá onkrum í norðurøkinum, at tey ikki hava so nógv, sum Jacob Vestergaard leggur upp til, men sambært sýslumanninum er tað ikki rætt at halda einari stórari grind til, um vandi er fyri, at alt ikki verður tikið upp.

Sýslumaðurin í norðurøkinum leggur afturat, at tað er nógv sum týðir uppá, at tað er nógv grind til í løtuni.

- Í nátatíðini fingu vit fleiri ferðir boð um grind, men vit lótu grindirnar fara. Og sum støðan er nú er tað ikki ráðiligt at halda fleiri grindum til, tí so er vandi fyri, at vit ikki taka alt upp, og tað skal ikki henda, sigur Jacob Vestergaard.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 14.00:

1763704

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254