Bjørg er Føroya fyrsti hundamýkjari

Bjørg er Føroya fyrsti hundamýkjari
- Hundum tørvar vøddamýking júst eins og menniskju, sigur Bjørg Brekku Clementsen, sum er nýútbúgvin hundamýkjari
 
16.09.2025 - 10:28

Pína og spenningar í nakka og mjadnum.

Hetta er nakað, sum fleiri fólk munnu kenna til, men eisini hundar kunnu dragast við júst somu trupulleikar.

Tí hevur Bjørg Brekku Clementsen nomið sær útbúgving sum hundamýkjari.

- Mítt áhugamál er hundar. Eg havi arbeitt við hundum í nógv ár, so fyri meg var tað natúrligt at fara undir hesa útbúgvingina, sigur Bjørg Brekku Clementsen, sum hevur innrættað grovkøkin í heiminum í Hoyvík til endamálið.

Sambært henni er ein tørvur á hundamýking í Føroyum.

- Tað er stórur tørvur á tí í Føroyum. Her eru nógvar venjingar, og júst eins og hjá menniskjum hava hundar eisini tørv á at fáa mýking, sigur Bjørg Brekku Clementsen.

Flest allir hundar kunnu fáa vøddamýking, tó eru nøkur sløg meira avbjóðandi at mýkja enn onnur.

- Tað vísir seg, at eitt nú seyðahundar og myndur eru rættiliga sensitiv og skulu so at siga venja seg við fingrar á kroppinum, sigur Bjørg Brekku Clementsen.

Ein vanlig vøddamýking tekur millum 30 og 45 minuttir, og umráðandi er, at hundurin slappar av tann dagin og ikki ger nakra harða venjing.

Umframt at vera hundamýkjari er Bjørg Brekku Clementsen eisini í ferð við at útbúgva seg til fysioterapeut fyri hundum.

1763859


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576