Rakstrarleiðarin á SSL: Hekkuportrið var ikki opið

Rakstrarleiðarin á SSL: Hekkuportrið var ikki opið
Niels Nielsen, rakstrarleiðari, sigur seg hava upplýsingarnar frá manningini á Galaxy, og hann hevur biðið um frágreiðing í málinum
Rakstrarleiðarin á Strandferðsluni hevur biðið um nærri frágreiðing um hekkuportrið á Galaxy á túrinum til Suðuroyar 1. september.
 
17.09.2025 - 12:59

- Portrið á Galaxy var ikki opið, túrin um Suðuroyarfjørð 1.september. Tað er tað, sum eg havi fingið upplýst frá okkara fólki umborð. 

Tað sigur Niels Nielsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sum hevur biðið um eina nærri frágreiðing, eftir at ein mynd í gjár varð almannakunngjørd, sum vísir, at hekkuportrið á Galaxy var opið, meðan skipið sigldi. 

Hann væntar at fáa frágreiðingina seinni í dag. 

Sambært Nielsi Nielsen er tað ikki fyrr enn í gjár, at hann fyrstu ferð sær myndina, ið er tikin av dekkinum á Galaxy, klokkan 19:36 mikukvøldið 1. september.

Galaxy sigldi tá beint eystan fyri Lítlu Dímun, á veg suður á Krambatanga. 

 

Myndin vísir, at hekkuportrið er ikki aftur, og dagsljós sæst ímillum. 

 

Myndin, ið varð víst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og í Degi & Viku í gjárkvøldið, vísir, at hekkuportrið er ikki aftur - dagsljós sæst ímillum - og eisini er ein stroppur bundin í portrið. 

Hoyr samrøðu við Niels Nielsen í útvarpstíðindunum:

 

17092025_Niels_um_portur_a_Galaxy

 

Gera ikki meira við málið

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, er burturstaddur, men Jákup K. Poulsen, maritimur ráðgevi í Sjóvinnustýrinum, sigur, at fyribils ger Sjóvinnustýrið ikki meira við málið. 

- At vit í gjár fingu staðfest, at tað riggar at lata hekkuportrið aftur, at tað riggar at skalka, og at tað verður gjørt, er tað, sum hevði størst týdning fyri okkum, sigur Jákup K. Poulsen.

Hann vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men hann sigur, at nú verður bíðað eftir frágreiðingini frá Strandferðsluni.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558