Umhugsar støðuna í Sambandsflokkinum

Umhugsar støðuna í Sambandsflokkinum
Helgi Abrahamsen hóttir við at taka seg úr Sambandsflokkinum, um lógaruppskotið um fosturtøku verður samtykt
 
25.09.2025 - 15:51

- Eg eri limur í Sambandsflokkinum, ja. Tað eri eg.

Tað segði Helgi Abrahamsen m.a., tá vit fingu orðið á hann fyri løtu síðan. Lógaruppskotið um fosturtøku, sum Eyðdis Hartman Niclasen hevur verið við til at leggja fram, skapar tó framvegis trupulleikar í Sambandsflokkinum.

- Hatta slagið av málum eru øgiliga trupul í bæði Sambandsflokkinum og nógvum øðrum flokkum, og mann hevur so fyrr loyst tað við tað, at mann hevur sagt, at fólk skulu standa frítt at atkvøða, og tað hava vit so hildið okkum til, og tað hevur so verið eitt kompromis.

Tað er ikki bara tað, at tingfólk í Sambandsflokkinum vilja føra politikk, sum Helgi Abrahamsen er ósamdur um. Hann er eisini ónøgdur um, at mann nú vil hjálpa samgonguni.

- Og nú vísir tað seg, at mann fer eitt stig víðari. Tað eru tvey ting, sum eg haldi hava verið øgiliga trupul í hesum førinum. Tað er fyri tað fyrsta, tað at ein av okkara limum hevur verið við til at leggja tað fram. Tað er eitt øgiliga sterkt signal. Og tað næsta er eisini tað, at samgongan hevur ikki 17 atkvøður aftanfyri seg, og so eru tað tvey í okkara flokki, sum líkasum standa klár til at bera tað ígjøgnum.

Sambandsflokkurin-HelgiAbrahamsen

 

Um lógaruppskotið um fosturtøku, ið nú liggur í løgtinginum, verður samtykt, fer tað so at fáa avleiðingar fyri limaskapin hjá Helga Abrahamsen í Sambandsflokkinum?

- Ja, tað er bestemt ikki óhugsandi. Ja, tað er bestemt ikki óhugsandi, og so er tað eisini hetta her, hvat kann mann blíva samdur um í flokkinum, fyri mannagongdir frameftir. Tí, at tað kann ikki vera soleiðis, at folk úr okkara flokki bara leggja uppskot fram.

- Og sjálvandi, tað skal galda báðar vegir. Nú skal eg eisini viðmerkja tað, at fyri einum góðum ári síðan, tá legði Miðflokkurin eitt uppskot fram um rættin til lív. Og eg bleiv bjóðaður at vera við í tí, og eg var ikki við. Eg segði við teir, at eg var ikki við til at leggja tað fram, men eg skal stuðla tí allan vegin ígjøgnum og atkvøða fyri tí. Og tað bleiv tað.

- Nú hendur tað øvugta, nú kemur uppskot um fosturtøkulóg, og nú er eitt av okkara fólkum uppskotssetari. Og tað haldi eg, at tað mugu vera púra greiðar reglur í einum flokki, annaðhvørt er tað loyvt at vera við, ella er tað ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096