Gunnvá Zachariasen: "Vit mugu tora at seta orð á upphav okkara"

Gunnvá Zachariasen: "Vit mugu tora at seta orð á upphav okkara"
Leikurin "Upphav" hevur persónligan týdning fyri Gunnvá Zachariasen. Langabbi hennara var ein av 11, ið sjólótust á skaðadegnum í Hesti í 1919, ið leikurin tekur støði í
Gunnvá Zachariasen er leikari í einrøðuleikinum Upphav
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.09.2025 - 16:03

Í hesum døgum tekur nýggi føroyski leikurin "Upphav" skap í gomlu Gentukostdeildini í Hoydølum. 

Tað er Gunnvá Zachariasen, sum hevur tikið stig til leikin, og skrivað hann í samstarvi við Maritu Dalsgaard, sum leikstjórnar. 

Leikurin tekur støði í skaðadegnum í Hesti 1. apríl 1919, tá 11 menn sjólótust.

Leikurin hevur persónligan týdning fyri Gunnvá, tí langabbi hennara var ein av teimum, ið sjólótust. 

- Eg fór helst í gongd við leikin, tí eg eri eftirkomari av vanlukkuni. Omma mín misti pápa sín, tá hon var seks ár, og eg havi altíð vitað um vanlukkuna. Men allíkavæl havi eg ikki veruliga vitað nakað, tí onki serligt hevur verið fortalt um hana, sigur Gunnvá.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Gunnvá Zachariasen, Upphav

Caption: 
Langabbi Gunnvá Zachariasen, sjónleikara, var ein av teimum 11 monnunum úr Hesti, ið sjólótust á skaðadegnum 1. apríl 1919

 

Á 100 ára degnum fyri skaðadagin í 2019 var eitt minningarhald fyri teir, ið sjólótust úti í Hesti. Hetta minningarhaldið var tað, sum veruliga setti gongd á arbeiðið hjá Gunnvá at skriva leikin. 

- Tað, sum rakti meg heilt djúpt, var, tá presturin nevnir nøvnini á teimum, ið fórust. Hann nevnir nøvn, aldur, um einkja sat eftir, hvussu nógv børn sótu eftir og aldur teirra. Tá byrjaði eg ordiliga at fata, hvussu stór hendan vanlukkan var, og hvussu meint hon rakti bygdina og tey eftirsitandi, sigur Gunnvá.

Gunnvá Zachariasen, Upphav

Caption: 
Nógv børn sótu eftir teir 11 menninar, ið sjólótust við Hest 1. apríl 1919

 

Tøgn hevur valdað
Gunnvá fór í gongd við at lesa og spyrja um sorgarleikin. Men hon undarðist eisini - saman við fleiri øðrum í familjuni - á, at so lítið varð blivið tosað um hendingina.

- Eg haldi kanska, at tað noyðist at taka trý ættarlið, áðrenn ein torir at seta spurningar, lyfta á og tosa um, hvat liggur aftan fyri tragediuna, traumaið og hendan sera stóra smeitin fyri bygdina, sigur Gunnvá.

Gunnvá var tó vorðin so hugtikin av søguni og spurninginum um, hvussu bygdin og tey, ið sótu eftir, høvdu megnað at liva víðari, at hon setti seg fyri at kanna; hvat hendi, hví so lítið varð tosað um hendingina, og hvussu tey, ið eftir sótu, kláraðu seg.

Marita S. Dalsgaard, Upphav

Caption: 
Marita Dalsgaard, leikstjóri, hevur eisini gjørt dramaturgiina til "Upphav"

 

Byggir á ymsar keldur
Gunnvá Zachariasen hevur arbeitt við leikinum í fleiri ár, og er hann settur saman av tekstabrotum úr ymsum heimildum, eitt nú Hest søgu, sum Jóan Christian Poulsen skrivaði, men eisini við brotum úr greinum og tekstum, sum Gunnvá og Marita Dalsgaard sjálvar hava skrivað.

- Eg síggi meg sum eina, sum setir søguna saman við ymsum pettum, sum eg havi samskrivað saman við Maritu Dalsgaard. Vit gera putlispælið, sum gevur eina mynd, ið gevur meining fyri meg, og vónandi eisini fyri onnur í dag.

Gunnvá Zachariasen, Upphav

Caption: 
"Vit mugu tora at varpa ljós á upphav okkara," halda Gunnvá Zachariasen og Marita S. Dalsgaard

 

Sorgarleikir partur av okkara samleika
Gunnvá og Marita halda, at sorgardagurin í Hesti er ein týdningarmikil søga at siga, tí hon hevði so stóra ávirkan á bygdina og tey, ið eftir sótu, og helst eisini óbeinleiðis ávirkan fleiri ættarlið fram. Men hendingin í Hesti er eisini ein ímynd av lívstreytunum, sum vóru í flestu føroysku bygdunum tá. Hesar lívstreytir hava ávirkað okkara mentan sum heild, halda tær:

- Tað liggur undir, hvørji vit eru, haldi eg, og tað er týdningarmikið at hyggja at og fortelja, sigur Marita og Gunnvá leggur aftrat, at søgan úr Hesti talar beinleiðis inn í okkara felags søgu og okkara samleika sum føroyingar.

Upphavn, Silje Grimstad

Caption: 
Silje Grimstad úr Noregi hevur gjørt ljóssniðið

 

Týdningarmikið at tora at seta orð á
Slíkar hendingar hava eina stóra ávirkan á okkum øll. Hendingin í Hesti hevur verið so ógvuslig fyri eina lítla bygd, at eg havi ringt við at seta orð á, hvussu tað hevur verið, sigur Gunnvá.

- Eg havi næstan ikki orð fyri tí, og tí noyðist eg at gera hendan leikin. Vit mugu tora at seta orð á tað, eisini í dag, so vit kunnu deila hendan partin av okkara søgu og samleika, vísir Gunnvá á.

Marita S. Dalsgaard, Upphav

Caption: 
Løta millum venjingarnar

 

Gunnvá Zachariasen og Marita Dalsgaard hava vant í gomlu gentudeildini í Hoydølum. Sum liður í arbeiðnum hava tær hongt millum annað gamlar avísgreinar og ættartalvur á veggirnar.

Leikurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 4. oktober. Anna Katrin Ø. Egilstrøð hevur gjørt tónleikin og framleiðsluna stendur TVAZZ fyri í samstarvið við Leikhús SKIFT.

Lurta eftir allari samrøðuni við Gunnvá og Maritu, sum var í Kultura mikudagin:

1766027

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. november
Vælkomin í Betri deildina SKÁLA og AB
199700
Mánadag 10. november
Morgunlestur mánadagur 10.november 2025
199677
Sunnudag 9. november
Møti: Samfelagsmøti við Tjarnir
199685
Sunnudag 9. november
Akademia:"Hvat er eitt menniskja?"
199599
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739
Mánadag 10. november
Veðrið
199720
Mánadag 10. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199698
Sunnudag 9. november
Andaktin við Janusi Thomsen
199672