Durita Dahl Andreassen: "Størsta virðurkenning, ið eg kundi ynskt mær"

Durita Dahl Andreassen: "Størsta virðurkenning, ið eg kundi ynskt mær"
Sjónleikarin Durita Dahl Andreassen er tilnevnd til ársins Reumert fyri besta høvuðsleiklutin í 2025 fyri leikin "Den fremmede", sum var spældur í leikhúsinum Møllen
Durita Dahl Andreassen er tilnevnd til ársins Reumert fyri høvuðsleiklutin sum Marsault í "Den fremmede"
Mynd: Søren Hasselgaard Skaanning  
 
07.05.2026 - 15:25

"Hetta er størsta viðurkenning eg kundi ynskt mær," sigur sjónleikarin, Durita Dahl Andreassen, nú tað er greitt, at hon er í uppskoti til ársins Reumert, sum er størsta danska leiklistavirðislønin.

Durita Dahl Andreassen er tilnevnd fyri sítt avrik í leikinumn "Den fremmede", sum var spældur í leikhúsinum Møllen.

Leikurin "Den fremmede" er ein útgáva av skaldsøguni hjá franska rithøvundinum Albert Camus. 

Í leikinum spældi Durita Dahl Andreassen høvuðsleiklutin sum Marsault, sum heldur at lívið onga meining hevur.

 

INNSLAG_Durita_Dahl_tilnevnd_til_Reumert

 


Mynd: Søren Hasselgaard Skaanning

 

Reumert virðislønirnar verða handaðar 7. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129