Landsliðsúttøka: Hørð kapping um plássini

Landsliðsúttøka: Hørð kapping um plássini
Landsliðsvenjarin hevur úttikið hópin til dystirnar móti Montenegro og Kekkia. Hallur Hansson og Petur Knudsen taka plássini hjá Noah Mneney og Poul Kallsberg
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
29.09.2025 - 14:52

Tað vóru nógvir spælarar um boðið til manslandsliðið á hesum sinni. Eyðun Klakstein landsliðsvenjari sigur, at hesa ferð smakkaði frávalið av Noah Mneney og Pouli Kallsberg illa. Hinvegin er landsliðsvenjarin fegin um, at Hallur Hansson og Petur Knudsen eru við aftur, og at tað eru nógvir um boðið.

- Tað er eitt val, sum vit hava gjørt eftir at hava hugsað okkum væl um. Hatta var eitt trupult val, sum ikki smakkar so væl, tá tú hugsar um, hvør fór út. Hinvegin smakkar tað væl, tá tú sært hvør er komin inn. Tað eru 23 pláss, og hópurin skal ganga upp, segði Eyðun Klakstein í sendingini Fótbóltsprát.

Landsliðsvenjarin vísir á, at Hallur Hansson er liðskipari, og at Petur Knudsen er ein av størstu profilunum í føroyskum fótbólti. Tað er tó ongin orsøk hjá Noah Mneney og Pouli Kallsberg at missa mótið.

- Tað er spell, at tað ikki er pláss fyri teimum hesa ferð. Tað eru tveir spælarar, sum vit hava arbeitt nógv saman við. Vit hava havt teir á U21-landsliðnum, har Noah eisini var liðskipari. Tað er øgiliga keðiligt, at vit ikki fáa tikið teir út hesa ferð, men vit vita, at teir eru tveir ungir menn, sum eru á veg, segði landsliðsvenjarin við Kringvarpið.

Seinast blivu René Shaki Joensen og Patrik Johannesen eisini frávaldir vegna skaða. Teir hava ikki vunnið sær pláss á landsliðnum til komandi dystirnar móti Montenegro og Kekkia. René Shaki Joensen venur framvegis ikki við fullari ferð, meðan Patrik Johannesen hesa ferð var ov stuttur at koma landsliðið.

 

250929_EYDUN_K_NET

 

Fara eftir stigametinum

Stigametið í einum undankappingarbólki er níggju stig. Tað fingu Føroyar til HM 2018 undankappingina. Føroyar vunnu á Andorra og Letlandi, og fingu tríggjar javnleikir. Manslandsliðið hevur í løtuni seks stig fyri tveir sigrar á Gibraltar. Eyðun Klakstein ætlar sær nú ein sigur, sum hevði givið føroyka liðnum 9 stig. Besta møguleikan fáa vit móti Montenegro.

- Montenegro er tað liðið, sum er nærmast okkum á styrkilistanum. Kroatia er í heimstoppinum, Kekkia er beint undir, og so kemur Montenegro, ið er nærri okkum. Skulu vit røkka stigametinum, so krevst eitt gott úrslit í fyrra dystinum. Vit fara eisini eftir sigrinum í tí dystinum. Ósigurin í Montenegro smakkaði okkum ógvuliga illa. Tað kendist eitt sindur órættvíst, tí tað var seinasta sparkið í dystinum og vit hava nakað at hevna, segði Eyðun Klakstein.

Føroyar taptu 1-0 í Montenegro. Dysturin á Tórsvølli verður 9. oktobur, og dysturin móti Kekkia verður 12. oktobur.

Landsliðshópurin:

Málverjar
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti V. Mørk, HB

Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK (Finnland)
Odmar Færø, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ

Miðvallarar
Brandur H. Olsen, NSÍ
Hallur Hansson, KÍ
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK

Framherjar
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Meinhard Egilson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akranes (Ísland)
Petur Knudsen, NSÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. november
Vikuskiftið 14 nov 2025
199949
Fríggjadag 14. november
LEITISSTEIN 15.11.2025 (FRUM / Íða)
199940
Fríggjadag 14. november
Breddin: Koronufarsóttin og fólkaræðið
199911
Fríggjadag 14. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Herborg Torkilsdóttir
199908
Fríggjadag 14. november
Morgunlestur fríggjadagur 14.november 2025
199902
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. november
Úr savninum: Tey settu búgv 2:3
199955
Fríggjadag 14. november
Veðrið
199942
Fríggjadag 14. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199910
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Hósdag 13. november
Sjarma, sjálvsálit og lekkurt hár
199856