- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ung í Vágum sleppa at royna filmsgerð

Listastovan í Miðvági verður hósdagin 30. oktober og fríggjadagin 31. oktober karmur um verkætlanina "Talent í eygsjón", har ung sleppa at royna seg innan filmsframleiðslu.
Talan Filmshúsið, ið hevur tikið stig til verkætlanina.
Verkætlanin fer at ferðast um alt landið, so øll ung í Føroyum fáa høvi at royna seg.
Ung, ið umhugsa at halda á fram at virka innan filmsumhvørvi, kunnu so seinni fáa uppaftur fleiri nýggjar og spennandi avbjóðingar.
Samstarv við Virkishúsið við Ánna
Hesaferð samstarvar Filmshúsið við Virkishúsinum við Ánna og bjóða ungum, við áhuga fyri filmi, at koma á gátt hósdagin 30. og fríggjadagin 31. oktober.
Báðar dagarnir frá kl. 15:00 – 19:00 í Listastovuni í Miðvági.
Luttakarnir fáa eina grundleggjandi og intensa frálæru í filmsframleiðslu. Tey ungu skulu framleiða, skapa og læra kynstrið at siga frá søgum, víðarimenna hugskot til eitt storyboard e.l. og at framleiða ein stuttan film á føroyskum.
Kendur filmsleikstjóri leiðir
Tað er kendi føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni, fer at leiða hópin hesar dagarnar.
Andrias Høgenni hevur arbeitt við filmi í mong ár. Í 2015 fór hann á alternativa filmsskúlan Super16, har hann bleiv útbúgvin filmsleikstjóri í 2018. Fráfaringarfilmur hansara frá Super16, "Ikki illa meint", vann Geytan og Canal+ Award í Semaine de la Critique í Cannes í 2019.
Síðani hevur Andrias Høgenni bæði framleitt stuttfilmar og sjónvarprøð til DR. Í løtuni arbeiðir hann við einum filmi undir heitinum ‘93’, ið er ein heimildarfilmur um Maritu Petersen sála.
Tilmelding
Tað ber til bæði at melda seg sum eitt filmslið ella koma sum einstaklingur. Tekniskir førleikar eru ikki eitt krav.
Øll ung í aldrinum 7. flokkur til og við 18 ár, við áhuga, fyri filmi eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.Tilmelding fer fram umvegis t-post virkishusid@vaga.fo ella við at ringja til leiðaran Margaret L. Kjelnæs á tlf. nr. 794461 í seinasta lagi 20. oktober.




























