Álopið við Sandá: Ákærurit er skrivað

Álopið við Sandá: Ákærurit er skrivað
Skuldsetti maðurin skal sjálvboðin sita í varðhaldi fýra vikur aftrat
Nevningating verður í Føroya rætti um málið við Sandá, og fimm dagar eru settir av til viðgerðina.
 
03.10.2025 - 09:48

Maðurin, sum er skuldsettur fyri álopið við Sandá í fjør, skal vera fýra vikur aftrat í varðhaldinum.

Tað er sjálvboðið.

Maðurin er skuldsettur fyri at leypa á eina kvinnu á gøtuni við Sandá, eystan fyri fótbóltsvøllin á Argjum, sunnukvøldið 28. apríl í fjør.

Hann noktar seg sekan.

Ákæruvaldið hevur bíðað eftir meting frá rættarlæknaráðnum.

Hon er nú komin, og ákærurit er skrivað.

 

Nevningating

Nevningating verður í Føroya rætti, sum hevur sett av fimm dagar til viðgerðina.

Maðurin, sum er í tríatiárunum og útlendingur, hevur verið í varðhaldi síðani 28. apríl í fjør.

Tá fólk hava verið í varðhaldi í eitt ár, skulu serligar umstøður til, skal varðhaldið leingjast.

Serligar umstøður eru í hesum málinum, metir rætturin. 

Maðurin hevur einki tilknýti til Føroya.

Hann kom til Føroya 20. apríl og var tikin eina viku seinni, 28. apríl.

Sleppur hann leysur, er vandi fyri, at hann fer av landinum, er pástandurin hjá ákæruvaldinum.

Tá nevningating er, skal kravið um revsing vera minst fýra ára fongsul.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087