Fótbóltskvinnurnar til Baltic Cup

Fótbóltskvinnurnar til Baltic Cup
Jonnhild á Sondum úr NSÍ er við í landsliðshópinum fyri fyrstu ferð, nú Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt teir 20 spælararnar, sum skulu royna seg í Baltic Cup í næstum
Jonnhild á Sondum er við á føroyska A-landsliðnum fyri fyrstu ferð
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
06.10.2025 - 19:06

Jonnhild á Sondum úr NSÍ er nýggja kvinnan á føroyska fótbóltslandsliðnum, sum skal royna seg í Baltic Cup í næstum.

Pætur Smith Clementsen hevur tikið 20 spælarar út til venjingarkappingina í Litava, og KÍ og HB eru best umboðaðu feløgini í hópinum við ávikavist sjey og fimm spælarum. NSÍ og Víkingur eiga tríggjar spælarar í part. 

Fótbóltskvinnurnar fingu góð úrslit í Nations League fyrr í ár, har tað eydnaðist at fáa 10 stig í bólki saman við Slovakia, Moldova og Gibraltar, og landsliðsvenjarin leggur eina við, at tað hevur stóran týdning at fáa nógv burtur úr teimum báðum landsliðssteðgunum, sum eftir eru í ár.

Í fyrra steðginum verður Baltic Cup, sum er frá 21. til 28. oktober, og í november hittist landsliðið aftur til felagsvenjing.

 

251006_3_2_LANDSLIDSUTTOKA

 

Føroyski landsliðshópurin:

Málverjar
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Gunnvá Lützen, HB

Verjuspælarar
Sunniva Willemoes, HB
Teresa Jacobsen, HB
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ

Miðvallarar
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå (SVØ)

Framherjar
Tóra Mohr, KÍ 
Heidi Sevdal, NSÍ
Anna Brændstrup, Gil Vicente (POR)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938