Tjóðbankin um kreppustøðu: Reiður peningur og fleiri gjaldskort

Tjóðbankin um kreppustøðu: Reiður peningur og fleiri gjaldskort
Tjóðbankin kunnger trý tilmæli aftrat
Tjóðbankin er komin við trimum tilmælum aftrat í sambandi við kreppustøðu.
 
06.10.2025 - 14:00

- Vit skulu vera betur fyrireikað til kreppustøðu, enn vit eru í dag, sigur danski Tjóðbankin, sum í dag kunnger trý tilmæli aftrat.

- Reiður peningur skal aftur í pungin, og vit skulu hava meira enn eitt gjaldskort, um kreppan rakar, sigur Tjóðbankin í kunngerðini til borgarar og handlar.

Kreppustøða kann koma eftir álop á týðandi undirstøðukervi, ella sum avleiðing av stórum breki.

- Soleiðis var støðan í summar, tá ið skipanir hjá gjaldsskipanini Nets var í ólagi, og legði alt kongsríkið lamið í tríggjar tímar, sigur Tjóðbankin. 

 

Mælt verður til at hava meira enn eitt gjaldskort. (Savnsmynd)

 

Reiður peningur og fleiri gjaldskort

Danski tjóðbankin mælir nú øllum húsarhaldum til:

* at hava fleiri møguleikar at gjalda, t.e. gjaldskort, reiðan pening og MobilePay á telefonini. MobilePay virkar ikki í Føroyum.

* at hvørt húsarhald hevur í minsta lagi tvey gjaldskort av ymiskum slag. 

* at hava reiðan pening liggjandi.

Tjóðbankin nevnir 250 kr. fyri hvønn í húskinum, men fólk skulu sjálv meta, um neyðugt er við størri upphædd. Fyrimunur er at hava reiða pening í seðlum og myntum, so lættari verður hjá handlum at geva aftur, skrivar danski Tjóðbankin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655