Prutl í Vágum mistu pláturnar

Prutl í Vágum mistu pláturnar
Ferðmátingar hjá politinum vístu, at tey kundu koyra av skjótt
 
08.10.2025 - 08:34

Í gjár vóru pláturnar tiknar av trimum prutlum í Vágum.

Ferðmátingar hjá politinum vístu, at tey kundu koyra av skjótt.

Hámarksferðin er 30 km/t.

Men hesi prutlini vóru broytt, so tey kundu koyra ávikavist 45, 64 og 78,5 km/t.

Ein førari hevði ikki koyrikort.

Seks prutl vóru steðgað. Hini trý vóru í lagi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392