Mótmæla 13 tíma arbeiðsdegi í Grikkalandi

Mótmæla 13 tíma arbeiðsdegi í Grikkalandi
Mótmælisfólk í Athen og Thessaloniki krevja, at stjórnin sleppur ætlanum at loyva upp í 13 tíma arbeiðsdøgum
Umleið tíggju túsund fólk mótmæltu í morgun í Athen og Thessaloniki við kravi um, at stjórnin sleppur ætlanum at loyva upp í 13 tímars arbeiðsdøgum.
Mynd: Louisa Gouliamaki/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.10.2025 - 18:25

Umleið tíggju túsund fólk mótmæltu í morgun í Athen og Thessaloniki við kravi um, at stjórnin sleppur ætlanum at loyva upp í 13 tímars arbeiðsdøgum. 

Arbeiðsfólk í høvuðsstaðnum Athen eru í arbeiðssteðgi í dag, og tað ávirkar almennu samferðsluna í býnum meint.

Grikska tjóðartingið fer at atkvøða um uppskotið í morgin. 

Stjórnin sigur, at tað fer ikki at hava við sær stórar broytingar, tí hon loyvir bara longri arbeiðstíð. 

Men andstøðan og fakfeløgini vísa á, at um arbeiðsfólk nokta at arbeiða longri tímar, so eru tey í vanda fyri at missa arbeiðið. Summi fakfeløg eru hvassorðað og kallað uppskotið nútímans trælahald.

Siðbundni arbeiðsdagurin í Grikkalandi er átta tímar, og yvirtíð er loyvd um arbeitt verður longur. 

Stjórnin hjá Kyriakos Mitsotakis hevur í eina tíð arbeitt við at broyta arbeiðslógina. 

Hon hevur longu lóggivið seks daga arbeiðsviku og øktan fleksibilitet hjá arbeiðsgevarum at kalla fólk til arbeiðis til dømis um summarið í ferðavinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386