"The Last Night" í Leitisstein

"The Last Night" í Leitisstein
Fríggjadagin kl. 13 verður Maria Guttesen gestur í LEITISSTEIN Live, har evnið verður endurútgávan av plátuni hjá Divided Minds, "The Last Night"
Stephen Nørrelykke og Maria Guttesen, ið saman hava bólkin dividedminds'25. Maria er gestur í Leitisstein Live fríggjadagin kl. 13
 
16.10.2025 - 21:36

Fólk, sum minnast føroyska tónleikapallin í nullunum, kennast eisini við navnið Maria Guttesen. 

Dugnaliga havnadaman, ið alt sitt vaksna lív hevur búleikast í Danmark, taldist millum okkara fremstu og mest spennandi tónlistafólk.

Og Maria Guttesen kundi upplivast í ymiskum tónleistarligum høpum, bæði sum einstaklingur, men eisini í samstarvi við onnur. 

 

dividedminds'25

Eitt av hesum samstørvum var bólkurin Divided Minds, sum Maria Guttesen stovnaði saman við Stephen Nørrelykke og Lene Drachman, og sum í 2004 gav út einastu fløguna, ið tá var sjálvnevnd. 

Nú, 21 ár seinni, hevur bólkurin broytt navn til dividedminds’25, og nú eru tað bara tey bæði, Maria Guttesen og Stephen Nørrelykke, ið manna bólkin. Tey hava støvað fløguna av og geva hana út av nýggjum í einari remastraðari útgávu á vinyl. 

Umframt løgini, sum upprunaliga vóru at finna á einkarfløguni, so er tvey eykaløg á endurútgávuni. Løgini vóru skrivað stutt eftir upprunaligu útgávuna kom út í 2004.

 

SÍ EISINI: Dividedminds'25 á Facebook

 

Eitt fjálgt bland

Tónleikastílurin er eitt fjálgt bland av elektroniskum og akustiskum ljóðum, har ein innilig poesi hittir eitt elektroniskt ljóðlandslag.

Tónleikurin sveimar ímillum elektroniskan popp, rokk og eina dreymakenda melankoli.

Trioin byrjaði samstarvið í 2001 og gav út "The Last Night" í 2004. Fløgan fekk góð ummæli og førdi til fleiri konsertir í Danmark og Føroyum, og vóru tey at eisini at hoyra í bæði útvarpi og sjónvarpi í Danmark.

 

Maria í LEITISSTEIN

Fríggjadagin klokkan 13 verður Maria Guttesen gestur í LEITISSTEIN í sambandi við endurútgávuna av "The Last Night": 

Sendingin kann hoyrast í útvarpinum og á KVF Ljóð. 

 

 

Sanglisti:
1. Caught By You
2. I’m Not Stronger
3. Before I Met You
4. Another Try
5. A Better Today
6. Amazing Girl
7. I Wish
8. Come On
9. Autumn Came Too Soon
10. Your Eyes
11. The Last Night
12. Time Keeper
13. Luckily
14. Thats What You Get

 

Viðvirkandi
Orða- og tónasmið
Maria Guttesen
(tónasmið á 2-6, 8-9, 11-14)

Lene Drachmann
(orð á 1-11, 13-14, tónasmið á 7)

Stephen Nørrelykke
(tónasmið á 1, 3, 8, 10, 13-14))

Maria Salomon
(orð á 12)

Tónleikarar
Maria Guttesen
(sang, kór, slagverk, programmering, keyboards, harmoniku, gittar, trummur, klaver, synth)

Stephen Nørrelykke
(klaver, rhodes, orgul, wurlitzer, keyboard, gittar, kór, programmering)

Johs Nørrelykke
(gittar, kór)

Morten Tandrup
(bass)

Julian Falck
(trummur, slagverk, programmering, keyboard)

Henrik Lynbech
(programmering, keyboard, kór)

Anne Holt
(kór)

Rikke Heie
(kór á 8)

Morten Møller
(bratsj á 4, 9, 10)

Sofia Olsson
(sello á 4, 9, 10)

Morten Ærø
(trummur á 14)

Framleiðsla
Maria Guttesen
(framleiðsla, ljóðbland)

Stephen Nørrelykke
(framleiðsla, ljóðbland)

Henrik Lynbech
(samframleiðsla, upptøkur, ljóðbland, framleiðsla av 7)

Julian Falck
(upptøkur, ljóðbland)

Mastering
(emil thomsen)

Upptøkuhøli
(julian f studio and steeven studio (aarhus) and media music (copenhagen), holstebro and torshavn)

Lene Drachmann
(perma)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935