Landskappingin í talvi byrjar við metluttøku

Landskappingin í talvi byrjar við metluttøku
Áhugin fyri talvi í Føroyum tykist vera vaksandi. Metnógv lið eru meldaði til landskappingina, sum byrjar í dag
 
19.10.2025 - 14:42

Tey ellivu talvfeløgini í landinum hava meldað tretivu lið til landskappingina, sum byrjar í dag. So stór luttøka hevur ikki verið fyrr, skrivar Talvsambandið.

Ikki færri enn 425 telvarar eru skrásettir í teimum ellivu feløgunum, sum hava boðað frá luttøku í kappingini í vetur. Telvað verður í fýra deildum. Í fremstu trimum deildunum eru liðini seks í tali. Í 4. deild eru tey 12, býtt sundur í tveir bólkar.

Harumframt telva tey yngstu fyri seg í aðrari kapping.

 

Trý feløg skara framúr

Trý feløg eru í flokki fyri seg. Havnar Telvingarfelag, Sandavágs Talvfelag og Klaksvíkar Talvfelag manna einsamøll bestu deildina. Feløgini hava tvey lið hvør í kappingini um meistaraheitið.

Felagsliðið í Sundalagnum, Rókur, hevur vaksið seg til hitt næststørsta í landinum. Rókur er tað, sum nú er eftir av virknum talvfeløgum í Norðstreymoy og har á leiðini - tó er Kollafjarðar Talvfelag framvegis fyri seg í besta blóma.

Vit síggja eisini, at fyrrverandi Runavíkar Talvfelag, sum nú kallast Kongshavnar Talvfelag, hevur hópin av telvarum, fleiri enn í teimum siðvandnu talvfeløgunum í Klaksvík, Kollafirði, á Toftum og í Gøtu. Vestmanna, sum í nógv ár var háborgin fyri telving í Føroyum, hevur afturímóti ilt við at halda tørn.

 

Vágamenn styrkja seg

Hyggur tú eftir styrkilistunum, sum feløgini hava latið Talvsambandinum til liðkappingina, er serliga eitt navn, sum vekir ans. 

Nummar eitt á listanum hjá Sandavágs Talvfelag stendur enski stórmeistarin Gawain Jones. Hann er fastur fúsur á enska OL- og EM-landsliðnum. Styrkital hansara er 2643, og hann er í løtuni fjórðsterkastur í Onglandi.

Hvussu ofta hann verður at síggja í føroysku kappingini er so spurningurin. Altjóða meistarin John Arni Nilssen hevur í nøkur ár staðið á listanum hjá Sandavágs Talvfelag, men hevur vist bara telvað ein dyst við teimum. Gawain Jones var við í onkrari av altjóða talvkappingunum, ið nevndust "Faroes Open", sum vágamenn og kollfirðingar fyri nøkrum árum síðani skipaðu fyri í Føroyum, tí er helst vinskapur íkomin millum vágamenn og enska stórmeistaran.

Fyrstu trý umførini verða telvað í heyst; í dag, næsta sunnudag og 9. november. Eftir tað fer landsliðið til Kýprós í kappingina fyri smátjóðir í Evropa. So verður steðgur í føroysku kappingini til eftir nýggjár. Tá verða hini sjey umførini telvað til 14. mars, tá landskappingin endar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201