Spennandi, dapurt og kensluborið

Spennandi, dapurt og kensluborið
Tað sigur Gunn Hernes, nú hennara áramálssetan sum stjóri í Norðurlandahúsinum nærkast endanum.
 
20.10.2025 - 10:12

Komandi vár hevur Gunn Hernes staðið á odda fyri Norðurlandahúsið í átta ár. Tað merkir, at hennara áramálssetan er komin at enda, og at Norðurlandaráðið nú leitar eftir einum eftirkomara.

Gunn kendi ongan, tá hon kom til Føroya í 2018, men hon hevur trivist frá fyrsta degi. Tíðin - ella ferðin, sum hon nevnir tað - hevur gingið skjótt.

- Eg ætli mær at ríða á bylgjuni so leingi, sum eg kann. Eg vil eisini føra starvið væl víðari til nýggja leiðaran, sigur Gunn Hernes.

Í løtuni hevur hon ikki gjørt sær nakrar ætlanir um, hvat hon fer at starvast við, ella um hon verður búgvandi í Føroyum ella ikki.

Hoyr samrøðuna, sum Gunn gjørdi við morgunsendingina:

1770889

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435