Vágskálin: Søgan um eina 140 ára gamla slupp

Vágskálin: Søgan um eina 140 ára gamla slupp
Helgi Jacobsen hevur skrivað bók um sluppina "Westward Ho", sum varð bygd í Grimsby í 1884 og kom til Føroya í 1895. Bókin verður ummæld í Vágskálini mikudagin kl. 16.05
Mynd: Faroephoto.fo  
 
29.10.2025 - 08:38

Í Føroyum búðu í 1801 um 5.000 fólk, og hóast einstakar fiskiroyndir vórðu gjørdar við deksførum fyri og eftir fólkateljingina hetta árið, kom ikki ferð á føroyska fiskivinnu tá.

Føroyingar vistu kortini tíðliga, at tað loysti seg at fiska við deksførum, tí frá 1820’unum fóru teir at síggja mong útlendsk fiskifør undir Føroyum.

M.a. hetlendingar vóru frammarlaga í fiskivinnu, og so langt vóru teir komnir, at amtmaðurin, Christian Pløyen, í 1839 fór við trimum føroyingum til Hetlands at kanna fiskivinnuna har.

 

Bók skrivað um Westward Ho

Soleiðis leggur Helgi Jacobsen fyri í bókini um ”Westward Ho”, sum hann hevur skrivað fyri Tórshavnar kommunu um kendu sluppina. 

Seinni í bókini frætta vit, hvat tað gjørdi, at fríhandilin kom í 1856.

Fiskiroyndir vórðu gjørdar stutt eftir, at fríhandilin var komin, men fyrsta væl eydnaða fiskiroyndin burturav varð gjørd við ”Fox” frá 1872.

Hendan sluppin verður tí roknað sum byrjanin upp á føroysku slupptíðina.


Mynd: Faroephoto.fo / Ólavur Frederiksen

 

”Westward Ho” kom til Føroya 23 ár, eftir at “Fox” var komin í flotan – í 1895. Tá búðu nærum 15.000 fólk í Føroyum.

Miðskeiðis í 1890’unum fall virðið á sluppum í Onglandi nógv, tí bretar løgdu um til guvuriknar trolarar, lesa vit.

 

Thomsen keypir ”Westward Ho”

Á heysti í 1895 segði eitt felag í Grimsby seg hava eitt gott skip á sølulista, og hetta skipið var ”Westward Ho”. Søluprísurin var 385 pund.

Hans Georg Thomsen á Tvøroyri bað ein av sínum skiparum, Martin Conradsen, fara til Grimsby at skoða skipið.

Conradsen staðfesti, at ”Westward Ho” var eitt gott skip og gjørdi av at keypa. Ein føroysk manning fór so við DFDS-damparanum ”Lauru” til Onglands eftir skipinum.

Beint fyri jól í 1895 stevndi ”Westward Ho” so á fyrsta sinni inn á Trongisvágsfjørð.

 

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 16.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Evnið: "Westward Ho", skrivað hevur Helgi Jacobsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980