Strandalondini samd um norðhavssildina

Strandalondini samd um norðhavssildina
Semja er um at fylgja tilmælinum frá ICES, og sambært verandi býti fáa Føroyar 53.400 tons
ICES mælti til at hækka kvotuna av norðhavssild upp í 533.914 tons, og hesum taka strandalondini undir við.
Mynd: Havstovan  
 
23.10.2025 - 08:26

Strandalondini eru samd um heildarkvotuna av norðhavssild.

Hon verður 533.914 tons næsta ár, tað sama sum ICES mælti til.

Hetta eru 33 prosent meira enn í ár.

Hetta gevur, sambært verandi býti, Føroyum 53.391 tons, 13.212 tons meira enn í ár.

 

Eingin semja um makrelin 

Strandalondini høvdu samráðingar um norðhavssild mánadagin og týsdagin.

Týsdagin og í gjár vóru samráðingar um svartkjaft.

Samráðingar hava eisini verið um makrel.

Har fekst eingin semja. Men londini royna aftur seinni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244