USA herðir tiltøkini móti Russlandi

USA herðir tiltøkini móti Russlandi
Endamálið er at leggja trýst á Putin at fáa hann at gevast við krígnum í Ukraina
Scott Bessent er fíggjarmálaráðharri í USA.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.10.2025 - 09:36

Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at seta strangari tiltøk í verk ímóti tveimum av teimum størstu oljufeløgunum í Russlandi, Rosneft og Lukoil, og fleiri dótturfeløgum hjá hesum báðum.

Tað verður gjørt, tí Vladimir Putin, forseti Russlands, ikki vil gera ein enda á meiningsleysa krígnum í Ukraina, sigur amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, í einum tíðindaskrivi frá fíggjarmálaráðnum.

Málið við herdu tiltøkunum er at minka møguleikan hjá Kreml at fáa inntøkur, sum kunnu brúkast til at fíggja kríggið í Ukraina.

 

Tíðin komin at steðga drápunum

- Tíðin er komin at steðga drápunum og at fáa vápnahvíld alt fyri eitt, sigur Scott Bessent, sum leggur aftrat, at tá forseti Russlands ikki vil gera ein enda á krígnum, so er neyðugt at herða tiltøkini.

Avleiðingin av herdu tiltøkunum er, at allar ognir og øll áhugamál í ognum, sum tey bæði feløgini eiga, ella aðrir bannaðir persónar eiga, nú vera bannað, og boðast skal frá tí til amerikanskar myndugleikar.

Tað merkir í stuttum, at eingin amerikanari, hvørki persónar ella fyritøkur, hevur loyvi til at samstarva við hesar fyritøkur. Verða hesar reglur brotnar, kann tað hava við sær, at tey, sum bróta reglurnar, verða stevnd.

Oljuprísurin hækkaði umleið trý prosent í morgun, eftir at herdu revsitiltøkini ímóti russisku oljufeløgunum vórðu sett í verkk, skrivar tíðindastovan Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375