Viðurkenningin gevur íblástur og arbeiðsorku

Viðurkenningin gevur íblástur og arbeiðsorku
Tað sigur Hans Tórgarð, sjónleikari, týðari og leikstjóri, sum fekk M. A. Jacobsens virðisløn í síðstu viku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2025 - 14:22

Hann hevur spælt í eini ørgrynnu av leikum, skrivað handrit, týtt og leikstjórnað nógvar leikir. Mikudagin fekk hann virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. 

Hans Tórgarð hevur í mong ár hevur verið ein ímynd av føroyskari leiklist, og í grundgevingini fyri at lata honum virðislønina skrivar dómsnevndin millum annað, at hann sum vitborin og eldhugaður sjónleikari, leikstjóri og týðari hevur sett djúp spor eftir seg í føroyskari leiklist og týðing. Sum sjónleikari er hann fjølbroyttur og megnar at rúnabinda áskoðaran við sínum meistaraliga spæli. 

Og eftir eitt langt og sera virkið arbeiðslív hevur virðislønin nógv at siga og gevur arbeiðsorku, heldur Hans:  

- Tað at fáa ein slíka viðurkenning gevur mót til at halda fram, sigur Hans Tórgarð. 

 

Sjónleikur partur av familjuni og uppvøkstrinum
Hans Tórgarð er føddur í 1969 og vaks upp í Kvívík, sum tá var ein sjónleikarbygd. Hans minnist, at tá leikurin Spanska flugan varð spæld í 1970’unum, komu fólk úr øllum landinum til Kvívíkar at hyggja eftir leikinum: 

- Vit børn sluppu ókeypis inn, og vit kappaðust um, hvør hevði sæð leikin flestar ferðir, minnist Hans.

Systrarnar hjá Hans, Súsanna Tórgarð og Ria Tórgarð, hava báðar tikið útbúgving í leiklist, og foreldrini høvdu eisini stóran áhuga fyri leiklist. Mamman Margretha Danielsen úr Miðvági setti leikir upp eitt nú í skúlanum, og pápin Axel Tórgarð, sum var prestur, skrivaði bøkur og týddi nógv – fleiri stórverk og sjónleikir. Íblásturin úr uppvøkstrinum hevur heilt vist birt undir áhugan fyri leiklistini, sigur Hans:

- Familjan og skúlin hava havt nógv at siga fyri mína leiklistaleið. Leiklistin bleiv ein natúrligur partur av lívinum tá, og helt bara fram, sigur Hans.

Sum 18 ára gamal flutti hann til Havnar, tók HF, arbeiddi og gjørdist partur av leikbólkinum Gríma. Í 1990 hitti hann konu síni, Katarinu Nolsøe, sum tá júst var komin heim úr Íslandi eftir at hava nomið sær leiklistaútbúgving. Hon eggjaði honum til at fara undir leiklistaútbúgving, sum hann byrjaði uppá í Helsinki í 1995:

-  Tá eg hevði verið partur av Grímu í nøkur ár, skumpaði hon undir meg alvorliga at fara at taka eina leiklistaútbúgving, sigur Hans.


Nógvar ætlanir fyri framman
Hans Tórgarð hevur gjøgnum árini spælt við í eini ørgrynnu av leikum – nevanst kunnu Sonurin, Føðingardagsveitslan, Moldvørpan, Portrettið, Gentukamarið, Um at vera menniskja, Meðan vit bíða eftir Godot, Óndskapurin, Eitur nakað land week-end og Macbeth. 

Hann hevur eisini spælt við í fleiri filmum og røðum, eitt nú "Seinasta paradís á jørð", í Trom, Fågelfangerans Son, íslendsku sjónvarpsrøðini Trapped og filminum Submergence, og týðing hevur eisini verið ein stórur partur av yrkisleiðini. Hans Tórgarð hevur eitt nú týtt Hamlet hjá William Shakespeare, sum var tikin fram sum ein framúrskarandi týðing, tá M.A. Jacobsens virðislønin varð handað síðsta mikudag. Harumframt hevur hann skrivað fleiri handrit og leikstjórnað yvir 15 leikir. 

Hóast yrkisleiðin hevur verið sera fjølbroytt, so gevur M.A. Jacobsens virðislønin enn meira orku at halda á við arbeiðnum, sigur Hans. Hann arbeiðir ofta við fleiri verkætlanum í senn, og í løtuni stendur millum annað ein rimmarstór teaturkonsert fyri framman, sum verður Við Tjarnir í september næsta ár. Hans hevur skrivað handritið, sum tekur støði í tekstunum og universinum hjá Páll Finni Páll.

- Beint nú eri eg við í trimum ella fýra verkætlanum, og so havi eg eisini mítt egna, sum eg arbeiði við, sigur Hans.

 

Lurta eftir samrøðuni við Hans, har han fortelur um sítt lív og leiklistayrkisleið.

 

1772848

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132